TÓRSHAVN: Bert eitt floygt hugskot hiðani av bygd frá bygdarmanni, ið er góður við okkara vakra høvuðsstað, sum verður uppaftur vakrari í komandi tíðum.
MIÐBÝARLUNDIN: Grasagarður, urtagarðurin hjá frúnni Cohr og “kommunuskúlalundin” sameind til eina vakra, stóra miðbýarlund við alskyns plantum og trøum, eini miðbýartjørn o.s.fr.
HAVNARÁ: Tá so Havnará eisini verður uppafturlatin, verður Tórshavn ein ómetaliga vakur, grønur og hugnaligur høvuðsstaður, ja, tiltikin.
KOMMUNUSKÚLIN: Visti annars ikki, at so illa er statt við Kommunuskúlanum. Har er bert eitt at gera. Listarverkið má kortini varðveitast.
Okkurt gott pláss finna tit til nýggja Kommunuskúlan.
Við miðbýarlundarkvøðu
á Borg á Argjum 1. várdag 2011