Kommunusamskipan Føroya heitir nú á landsstýriskvinnuna í skúlamálum um at taka kommunarnar við í viðgerðina av reforminum í fólkaskúlanum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, arbeiðir við einum reformi av fólkaskúlanum, og í løtuni viðgera politisku flokkarnar hesa ætlan. Ein partur av ætlanini er at minka munandi um talið á fólkaskúlum kring landið.
- Sambært lógini eru tað kommunurnar, sum hava rættin at avgera, um ein skúli skal niðurleggjast. Henda avgerðin er so mikið týdningarmikil, at borgararnir kunnu krevja hana til fólkaatkvøðu, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen heldur, at ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at savna skúlarnar í størri eindir er skilagóð bæði fíggjarliga og undirvísingarliga. Hetta eru tí eisini ætlanir, sum Kommunusamskipanin og kommunurnar í stóran mun kunnu taka undir við, men sum krevja neyva viðgerð, áðrenn endalig støða kann takast.
- Øllum er greitt, at verða 35 skúlar niðurlagdir, er talan er um kollveltandi inntriv í nærum hvørja bygd í Føroyum. Hetta kann tí ikki gerast uttan um lokala myndugleikan. Men enn hevur landsstýriskvinnan ikki spurt kommunurnar eftir.
Heðin Mortensen heldur, at tað er sera hugstoytt og óheppið, at landsstýriskvinnan í mentamálum arbeiðir við kollveltandi broytingum á økinum uttan at samskifta við kommunurnar yvirhøvur. Kann tykjast, sum ætlar landsstýriskvinnan at taka sær alt ræðið á skúlaøkinum úr hondunum á kommununum, sigur hann.
Kommunusamskipanin mælir tí staðiliga landsstýriskvinnuni til alt fyri eitt at taka kommunurnar beinleiðis við í arbeiðið.