Hvat fekst tú sum heild burtur úr orðaskiftinum?
Aðalorðaskiftið um fólkaskúlan í gjár var líkt so nógvum øðrum aðalorðaskiftum – nógvir ymsir tættir vórðu viðgjørdir leyst og fast, góðviljin at gera batar stórur, men trupult er at gera nakra veruliga niðurstøðu, sum líkasum kann binda tað heila saman aftur.
Tó var týðuligt, at orðaskiftið var merkt av stórum álvarsemi og konstruktivum hugburði, men sum leið út á dagin – og tingfólk komu aftur frá fimmtiárahaldinum í kringvarpinum – sveimaði kjakið meira vítt og frítt.
Allir flokkar vóru samdir um nærum øll tey stóru málini – at styrkja byrjanarundirvísingina, betri undirvísingartilfar, styrkja leiðslurnar, styrkja læraraførleikarnar v.m. Har sást eingin politisk ósemja.
Sum umboð fyri KSF kundi eg staðfesta, at greið og rættiliga djúp politisk ósemja er í samgonguni um eitt av høvuðstilmælunum, nevniliga tað um at leggja umsitingina av skúlanum til kommununar.
Størsta mótstøðan móti at leggja skúlan út til kommunurnar at umsita kom frá Javnaðarflokkinum – tó mest av reint ideologiskum grundum. Sum áhoyrari saknaði eg veruligar grundgevingar umframt vilja at síggja fyrimunirnar við eini útlegging bæði fyri næmingarnar, samlaðu skúlaskipanina og samfelagið annars.
Dagsins útsøgn átti Poul Michelsen júst um hetta sama (leystliga eftir minninum): Hvat í himmalsins navni vil Javnaðarflokkurin yvirhøvur hava kommunur til, tá ið tær ikki skulu umsita fólkaskúlan, ið nátúrliga hoyrir heima úti millum borgararnar.
Fólkaflokkurin var mest hugaður at leggja skúlan út til kommunurnar – tað sama vóru nøkur av tjóðveldistingfólkunum og Sjálvstýrisflokkurin.
Hvussu metir tú útlitini vera fyri, at umstøðurnar í fólkaskúlanum fara at batna?
Landsstýrismaðurin fekk greið boð um, at hann nýttist ikki vera so varin, tá ið um fleiri tímar til 1.-3. flokk ræður. Tað var taktiskt smart gjørt av honum. Hann skuldi eisini fáa meira pening til gerð av undirvísingartilfari. Og Mentamálaráðið skuldi eisini fáa hægri játtan til fyrisiting. So á hesum økjum kunnu í øllum førum væntast batar skjótt.
Men við tí yvirskipaða bygnaðinum – at fáa eitt greiðari ábyrgdarbýtið millum land og kommunur – sær meira svart út við verandi samgongu.
Hvørji inntriv hevði tú raðfest fremst, ráddi tú?
Ivist ikki í, at tað rætta er, at kommunurnar umsita skúlaøkið – og tað fyrst og fremst tí, at tað er ein av teimum mest týðandi fortreytunum fyri at menna sjálvt grundarlagið undir skúlanum. Tað vil siga, at vit fáa ein og sama ábyrgdarhavandi myndugleika í beinleiðis og tøttum sambandi við borgararnar á staðnum, ið krevja einki annað enn tann besta fólkaskúlan í øllum tættum. So tað hevði eg raðfest fremst við teirri sannføring, at alt hitt hevði komið nærum av sær sjálvum.










