Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir nú á føroysku kommunurnar um sjálvbodnar at tálma útreiðsluvøksturin, so hann verður munandi lægri enn inntøkuvøksturin. Tað ger felagið í skrivi sent fjølmiðlunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tey taka undir við Búskaparráðnum, ið mælir til at útreiðslurnar frá kommunalari síðu verða betri samskipaðar.
- Um kommunurnar ikki megna at gera hetta sjálvbodnar, mugu kommunuútreiðslurnar stýrast sentralt, sum ein partur av einari samlaðari stýring av almenna búskapinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag er sostatt partvíst samt við Búskaparráðið, sum fleiri ferðir hevur mælt til eina samskipaða stýring av kommunalu útreiðslunum, skrivar felagið.
Felagið er av tí sannføring, at inntøkuvøksturin er vaksin nógv tí búskapurin í løtuni er í einum hákonjunkturi, og biður kommunurnar hava hetta í huga, tá tær gera íløgur, tí tað kann skjótt ganga hin vegin aftur.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tá stórur vøkstur er í skattainntøkunum, eiga kommunurnar at spara upp til verri tíðir, og/ella at leggja til rættis fyri ein skattalætta, sum er burðardyggur uppá longri sikt, skrivar felagið og leggur afturat.
- Tørvurin á tænastum, sum vit borgarar fáa frá landi og kommunum er ómettiligur, tí tær eru ókeypis at móttaka. Tó eru tær ikki ókeypis at framleiða, og tað er tí skattaborgarin, sum rindar í síðsta enda. Júst tí, at tænasturnar eru ókeypis, er hesin tørvur ikki altíð reellur. Fremsta uppgávan hjá lands- og kommunupolitikarum er at raðfesta millum tey átøk, sum skulu fremjast, við størstu virðing fyri skattapengunum hjá okkum.
Í skrivinum verður eisini víst á, at núverandi gongd er tekin um manglandi virðing fyri skattapengunum.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at raðfestingarnar eru nóg neyvar og virðingin fyri skattapengunum nóg munagóð, tá lagt verður upp til at brúka øktar inntøkur uppá eini 8-9%, sum dømi eru um. Í staðin fyri at spara upp ella at lækka skattin hjá skattaborgaranum verður næstan hvør króna í øktum inntøkum brúkt, skrivar felagið og leggur afturat.
- Uttan at taka dagar ímillum, hvat skal raðfestast fremst, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag at kommunurnar eiga at halda aftur í hesum døgum. Halda aftur í rakstrarútreiðslunum eins væl og í íløgum.










