Alsamt fleiri krøv eru sett starvsfólkum á námsfrøðiliga starvsøkinum, og eru hetta krøv, sum arbeiðsgevarin áleggur teimum. Pedagogfelagið kennir tørvin á, at starvsfólk verða førleikament, og tað meta vit, at arbeiðsgevarin ikki kann vera ósamdur við okkum í.
Føroya Pedagogfelag hevur til fleiri samráðingar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørt vart við tørvin á einum útbúgvingargrunni fyri kommunalt sett starvsfólk.
Innan Nærverkið í Trivnaðartænastuni hevur ein førleikamenningarnevnd, ein sokallaður skeiðsbólkur, í áravís umsitið førleikamenning av starvsfólkum í Trivnaðartænastuni. Hetta hevur gagnað bæði starvsfólkum og brúkarum, og ikki minst kann arbeiðsgevarin vera nøgdur við, at pengar, sum eru settir av til førleikamenning, verða brúktir við umhugsni og sambært einari ætlan, sum ber longur fram.
Pedagogfelagið veit, at summar kommunur/kommunalir arbeiðsgevarar geva sínum starvsfólkum góðar møguleikar fyri at førleikamenna seg, aðrar kommunur hava kanska ikki so nógvar pengar til førleikamenning av starvsfólkum. Uppskotið hjá Pedagogfelagnum um ein útbúgvingargrunn gekk út upp á, at kommunurnar rinda ein ávísan prosentpart av lønarpuljuni í ein útbúgvingargrunn, sum øll starvsfólk síðani kunnu søkja pengar úr. Ein samhaldsføst skipan, har ein og hvør, sum starvast hjá kommunalum arbeiðsgevara á okkara sáttmálaøki kann fáa møguleika fyri førleikamenning. Hetta kundi somuleiðis lagt upp fyri, at munur ikki verður gjørdur á stavsfólkum.
Uppskotið hevur ikki vunnið frama hjá arbeiðsgevarunum. Grundgevingarnar fyri ikki at taka undir við uppskotinum hava serliga verið frá fomanninum í KAF, Heðin Mortensen, sum fleiri ferðir hevur sagt, at Tórshavnar kommuna brúkar nógvar pengar til at førleikamenna síni starvsfólk. Hesum kunnu vit sum felag ikki burturvísa; vit ynskja bert eina meira samhaldsfasta skipan, har allar kommunur samstarva um at førleikamenna síni starvsfólk á námsfrøðiliga sáttmálaøkinum.
Nú ískoytisútbúgvingin er lýst at byrja á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin 24. august. 2012, vísir tað seg, at tað bert er ein námsfrøðingur av 12 umsøkjarum, sum fær sína útbúgving goldna frá arbeiðsgevaranum. Hetta skal samanberast við, at Mentamaláráðið, sum varðar av starvsfólkum í Fólakaskúlanum, rindar alla ískoytisútbúgvingina fyri allar 15 lærararnar, sum eru slopnir inn.
Hetta vísir, at stórur munur verður gjørdur á starvsfólkum, sum starvast hjá kommunum og hjá landinum. Ískoytisútbúgvingin er gjørd við tí endamáli, at námsfrøðingar og lærarar kunnu nema sær ískoyti til bachelor. Í hoyrigsskrivinum stóð einki um, at nakar kostnaður var tengdur at hesi ískoytisútbúgving, og tað kemur tí sera dátt við at síggja, at limirnir í Føroya Pedagogfelag, sum starvast hjá kommununum, sjálvir mugu gjalda sín part, meðan Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um at gjalda fyri lærararnar.
Føroya Pedagogfelag fer við hesum at heita á kommunalu politikarnar, sum við samráðingarborðið søgdu seg gera alt fyri at førleikamenna síni starvsfólk, um at gjalda fyri ískoytisútbúgvingina hjá námsfrøðingunum og harvið bera orð og lyfti í verki. Førleikamenning er neyðug og er ein fongur fyri bæði arbeiðsgevarnar, starvsfólk, børn og brúkarar og fyri samfelagið sum heild.