Kommunur og samfelagsbúskapurin

Fríðgerð Heinesen, Leirvík

Nú er nakað fráliðið síðan Búskaparráðið kom við síni frágreiðing um gongdina í samfelagnum og frágreiðingin hevur verið umrødd seinasta mánaðin.

Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini er, at virksemið í kommunum er ein alsamt vaksandi partur av føroyska samfelagsbúskapinum og mælt verður til, at landið og kommunurnar gera karmar fyri kommunala virkseminum. Og landsstýrismenninir í fíggjarmálum og í kommunumálum lógu ikki á boðunum.

Búskaparráðið og landsstýrismennirnir hava rætt í, at stórur vøkstur er á kommunala økinum, meðan útreiðslurnar hjá landinum ikki eru hækkaðar samsvarandi. Men frágreiðingin er sera einføld.

Sum heild hevur tað almenna ikki spart eina krónu á nøkrum øki. Teirra háttur at spara, er við at leggja sínar útreiðslur við lóg yvir á onnur, t.d. á arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, og serliga yvir á kommunurnar.

Í samband við frágreiðingina hjá Búskaparráðnum er nevnt, at kommunurnar uppføra seg ábyrgdarleyst í samband við kommunusamanleggingar. Mær vitandi eru bert Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna, sum í hesum skeiði hava gjørt sáttmála um kommunusamanlegging, og er tað gjørt í samsvari við almenna politikkin á hesum økinum. Tí kann áðurnevnda útsøgn virka ørkymlandi fyri borgararnar í okkara kommunum og fari eg at lýsa gongdina og støðuna hjá okkum í Leirvík.

Leirvíkar Kommuna hevur seinastu 20 árini verið niðurbundin av stórari skuld. Øll hesi árini hava skiftandi bygdarráð stríðst við at reka kommununa, samstundis tey hava goldið stóru skuldina niður. Bygdarráðini hava víst og vísa framvegis stóra fíggjarliga ábyrgd. Skattaprosentið hevur verið uppi á 23, meðan roynt hevur verið at hildi rakstri og íløgum niðri. Tí hava viðlíkahald og íløgur bíðað.

Seinastu árini hevur kommunan fingið størri fíggjarligt rásarúm. Skuldin er nógv minkað og inntøkurnar eru hækkaðar, ikki tí at skattaprosentið er hækkað, men tí at inntøkugrundarlagið er munandi økt. Hesum kunnu vit takka arbeiðssomum leirvíksingum og einum virknum og fjølbroyttum vinnulívi í bygdini fyri.

Men føstu kommunalu útreiðslurnar eru eisini hækkaðar, serliga á almanna- og heilsu økinum. Tá ið kommunurnar yvirtóku barnaansingina rindaði landskassin 40% av rakstrinum, kommunan 30% og foreldrini 30%. Nú hevur kommunan yvirtikið landskassans part og rindar 70% av rakstrinum, allar íløgur og hølisútreiðslurnar. Hóast kommunalu útreiðslurnar til barnaansing eru øktar við fleiri milliónum krónum, hevur yvirtøkan av barnaansingini verið ein fyrimunur fyri okkara kommunu, tí arbeiðsmarknaðurin hevur fingið ta arbeiðsmegið, sum teimum hevur tørvað. Virksemi er økt og tí er ansingartørvurin øktur og útreiðslurnar á barnaansingarøkinum eru vaksnar samsvarandi. Samanumtikið hevur hetta verið til framburð fyri okkara øki og samfelagið sum heild.

Foreldur, sum ikki fáa børn síni í kommunala ansing, fáa stuðul frá Almannastovuni at verða heima og ansa sínum barni. Her fann tað almenna aftur ein genialan hátt at spara, við at senda rokningina víðari til kommunurnar at gjalda. Soleiðis fingu kommunurnar álagt eina útreiðslu afturat frá landinum og eitt greitt signal um, at barnaansing ikki longur er eitt kommunalt tilboð, men ein uppgáva, sum kommunurnar hava skyldu til at loysa. Og tað gera vit fegin. Men tað kostar pengar, nógvar pengar……

Í 2006 yvirtóku kommunurnar barnaverndarøkið. Og saman við tí, fylgdu stuðlarnir eisini við. Í 2005 kostaði hetta økið samlað Leirvíkar Kommunu 10.000 kr. Í 2007 hava vit avsett 1.700.000 kr. til barnavernd og stuðlar!

Landsstýrið, ella kanska rættari sagt landsstýrismenn, hava lyndi til at skapa ein nýggjan tørv á ymsum økjum fyri síðan at tveita tað frá sær aftur. Sum dømi kann nevnast fruktskipanin í skúlunum. Landsstýrismaðurin bjóðaði øllum skúlabørnum ókeypis frukt, men á nýggjárinum tók hann hetta tilboð aftur. Eitt annað dømi er almenni stuðulin til umsorganararbeiði til tey gomlu í kommunum. Nú verður hetta tilboðið partvís tikið aftur við eini nýggjari kunngerð. Skal so okkara kommuna eisini yvirtaka hesa uppgávuna hjá landinum? Tað gera vit longu í ríkiligt mát, ikki minst á eldraøkinum.

Leirvíkar Kommuna brúkar í ár yvir 1 mill. kr. til rakstur og íløgur innan eldraøkið. Nakrar hundrað túsund fara á hvørjum ári til íløgur í Røktar- og ellisheimið í Runavík og restin fer til rakstur og til lønir hjá náttarvaktum á sambýlinum, sum kommunan rindaði meginpartin av íløguni av. Alt hetta gjalda nógvar føroyskar kommunur, hóast eldraøkið skal eitast at liggja hjá landinum.

Spurningurin um eina felags fíggjarstýring hevur verið umrøddur seinastu 5-10 árini. Í kommununum hava vit bíðað og bíðað eftir hesi skipan, men enn er einki hent. Mær vitandi eru kommunurnar ikki ímóti eini felags fíggjarskipan. Tað hevði verið áhugavert hjá okkum at samanborið kommunalu lyklatølini, sum kundu givið okkum eina mynd av, um kommunan eru á rættari leið og hvat vit kundu gjørt betri.

Nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni. Og kommunurnar eru ein munandi partur av føroyska búskapinum. Kommunurnar hava higartil hvør í sínum lagi víst hógv og ábyrgd. Tí hevði verið skilagott um kommunurnar sjálvar settu seg saman at viðgera, hvussu kommunurnar best skipa rakstur og íløgur komandi árini. Tað er ikki neyðugt hjá landsstýrinum at leggja seg uppí. Hetta klára kommunurnar at loysa hvør sær og í felag.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur longu nú ein møguleika at stýra kommunala virkseminum sambært kommunustýrislógini. Í grein 43 skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári áseta skattaprosentið av eini álíkning, sum skal brúkast sum grundarlag til útrokning av mest loyvdu nettoskuld hjá einstøku kommununi. Higartil hevur hetta verið ásett at vera 23%, men tað kann lækkast niður í t.d. 20%. Hetta er ein skerjing av møguligu nettoskuldini á 13% og fyri Leirvíkar Kommunu hevði markið fyri nettoskuldini lækkað við 4 mill.kr. Ikki er neyðugt at broyta kommunustýrislógina. Kommunustýrislógin er hóast alt ”grundlógin” hjá kommununum. Tí ber ikki til í tíð og ótíð at broyta lógina. Ta virðing má landsstýrið hava fyri kommununum.

At stórt virksemi er kring landið kunnu vit bert frøast um. Tað er gangligt fyri okkara samfelag at ikki alt virksemi er í høvuðstaðarøkinum. Neyðugt er við øðrum møguleikum. Okkara øki í landnyrðingi er eitt veruligt alternativ til høvuðsstaðarøkið við stórum vakstrarmøguleikum, sum kann gera okkara land til eitt ríkari og fjølbroyttari samfelag.

Samanumtikið er tað bæði áhugavert og skilagott, at búskaparfrøðingar og onnur gera vart við gongdina í samfelagnum og koma við ávarðingum, eisini til kommunurnar. Men kommunurnar eiga at fáa høvi til at vísa samfelagsábyrgd so at kommunala sjálvræðið kann varðveitast.

Tí er skilabest, at landsins myndugleikar taka sær av sínum trupulleikum fyrst og lata kommunurnar taka sær av sínum.