Kommunan yvirtekur KÍ-Høllina og badmintonhøllina

Klaksvíkar kommuna eigur nú bæði KÍ-høllina og Badmintonhøllina.

Tað varð samtykt á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at býráðið samtykti at yvirtaka báðar hallirnar fyri 14,8 milliónir og tað verður fíggjað við láni.

Batmintonhøllin er yvirtikin fyri 11 millónir og KÍ-høllin fyri 3,8 milliónir.

Hesi næstu árini skulu níggju milliónir brúkast til ábøtur og tað verðru nú lagt inn í eina langtíðar íløguætlan hjá kommununi.

Úrslitið av hesum verður, at hereftir verður tað kommunan, sum eigur og rekur hallirnar.

Borgarstjórin sigur, at tað fer at geva ítróttarfeløgunum nógv betri møguleikar, tí nú sleppa tey undan at hugsa um at savna pening til til rakstrarútreiðslur, men kunnu brúka alla orku upp á tað ítróttarliga.

Tríggir býráðslimir atkvøddu ikki fyri og tað vóru teir tríggir býráðslimirnir hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunneygsdóttir, Gunvá við Keldu og Eyðstein Poulsen.

Fjórði býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum, Herfríð Sørensen var ikki við í viðgerðini, tí hon er ógegni við tað, at hon arbeiðir í peningastovni, sum eigur pengar til góðar í hallunum.