Kommunal starvsfólk verða áhaldandi førleikament

Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag leggur enn einaferð eftir samlaða kommunala geiranum og ákærir kommunurnar fyri at svíkja síni starvsfólk og ikki at halda givin lyfti. Forkvinnan í Pedagogfelagnum er firtin, tí at kommunurnar ikki vilja gjalda øllum kommunalt settum námsfrøðingum fyri eina ískoytisútbúgving, soleiðis at hesir kunnu gerast bachelorar.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum vísir víðari á, at hetta skal samanberast við, at Mentamálaráðið vil gjalda fyri allar lærarar, sum er farnir undir eina ískoytisútbúgving fyri at gerast bachelorar. Sambært forkvinnuni í Føroya Pedagogfelag vísir hetta, hvussu stórur órættur verður framdur ímót teimum, sum starvast hjá kommununum, samanborið við tey sum starvast hjá landinum. Men henda samanberingin er ikki nýtilig, og av tí sama, so verður niðurstøðan hjá forkvinnuni eins skeivt sum samanberingargrundarlagi.
At Mentamálaráðið hevur valt at gjalda ískoytisútbúgvingina hjá lærarum, kemst neyvan av, at Mentamálaráðið knappliga er farið at raðfesta eftirútbúgvingar hjá lærarum stórvegis. Tað er ikki so langt síðani, at MMR ikki vildi halda útreiðslurnar fyri kost og koyring, tá ið lærarar vóru á skeið.
Tá ið Mentamálaráð fer út og proklamerar, at teir vilja halda útreiðslurnar av ískoytisútbúgvingini hjá lærarum, hevur hetta tvær grundleggjandi avleiðingar við sær:
• Mentamálaráðið setur pening av til útbúgving av lærarum, men inntøkuførir somu pengar á aðrari konto, nevniliga tí hjá Fróðskaparsetrinum. MMR er jú bæði keypari og seljari av hesi útbúgvingini.
• Trýst verður hinvegin lagt á aðrar myndugleikar, so sum kommunurnar, trivnaðartænastuna og heilsuverki, fyri at hesir skulu gjalda fyri líknandi útbúgvingar.

Spurningurin er, um forkvinna í Pedagogfelagnum ikki hevur gjøgnumskoða hetta ella bara heldur, at kommunurnar glaðbeintar vilja gjalda fyri hesar útbúgvingar, tí at Mentamálaráðið hevur valt at keypa eina tænastu frá sær sjálvum.

Vildi forkvinnan havt eina nýtiliga samanbering millum land og kommunur, so kundi hon hóskandi givið okkum talið av teimum náms- og sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast hjá landinum, og sum hava fingið sína útbúgving goldna. Hetta hevði verið eitt rímiligt samanberingar grundarlag.
Kommunurnar nýta sum heild nógva orku og pening til áhaldandi at førleikamenna allan kommunala starvsfólkahópin, ikki minst starvsfólk á dagstovnaøkinum. Men kommunurnar hava eitt avmarkað tilfeingi, og hvør kommuna vil til eina og hvørja tíð raðfesta soleiðis, at hon fær sum mest burturúr tí peningi, sum er settur av til førleikamenning av starvsfólki. Treyðugt so eru kommunurnar ikki allar eins væl fyri fíggjarliga og sjálvandi hava fíggjarligu konjunkturarnir í samfelagnum eisini ávirkan á, hvussu hetta økið verður raðfest. Men ongin ivi er um, at kommunurnar raðfest førleikamenning av egnum starvsfólki høgt, eins og flest allir arbeiðsgevarar gera.
Heldur enn at leggja eftir kommununum og leggja tær undir at svíkja síni starvsfólk, so átti Føroya Pedagogfelag, í samráð við Mentamálaráðið, at viðgjørt, um tað yvirhøvur eigur at verða goldið fyri hesa útbúgving, og um hesin parturin av útbúgvingini ikki bert er eitt framhald av tí grundleggjandi útbúgvingini til námsfrøðing , sum annars er ókeypis.
Ábyrgdin av námsfrøðiligu útbúgvingini liggur í síni heild hjá Mentamálaráðnum og ikki hjá kommununum.