Kommunal ruta um kommunumørk
Nýggj bussleið byrjar við Skálafjørðin í dag. Tað eru Runavíkar og Skála kommunur, sum í hava sett rutuna á stovn
Bussleið
Nýggja bussleiðin við Skálafjørðin verður nevnd Skálaleiðin. So slepst undan at blanda við aðrar leiðir, siga borgarstjórarnir báðir í tíðindaskrivi.
Leiðin fer at koyra millum Runavík og Skála, sum so hevur við sær, at koyrt eisini verður gjøgnum part av Gøtu Kommunu, nevniliga økið innan fyri Skipanes.
Hóast sagt verður, at høvuðstankin er at fáa fólk úr báðum kommununum, Runavíkar og Skála, at brúka bussin, er helst einki at ivast í, at fólk undan Gøtueiði eisini sleppa við, um tey ynskja tað.
Í fyrsta umfari er ferðaætlan við fimm dagligum túrum løgd, og verður mestur dentur lagdur á morgun- og kvøldtúrarnar, tá fólk ferðast til og frá arbeiði. Tó eru eisini túrar mitt á degi, so fólk kann nýta rutuna til eitt nú ørindi í býnum.
Men rutan kann tillagast tí tørvi, sum væntandi fer at vísa seg, sum frálíður, siga borgarstjórarnir í tíðindaskrivinum.
Avtala er gjørd við tveir lokalar bussegigarar, Isaksen og Langgaard, um at røkja rutuna.
Møguleiki verður at keypa vanligan ferðaseðil, 10 -túrakort og mánaðarkort.










