Koma ikki á mál í Hvalbiartunlinum

Landsverk fer ikki at gera allar ábøturnar í Hvalbiartunlinum í ár, sum ætlanin var.

Landsverk hevur havt tríggjar milliónir til taks til ymsar ábøtur í tunlinum

Eitt nú verður ljós sett upp og telefonsamband lagt ígjøgnum hann, umframt at eldsløkkjarar skulu seta upp ymsastaðni.

Men ætlanin var eisini at gera fýra av víkiplássunum størri fyri at bøta um umstøðurnar, tá ið bilar møtast í tunlinum.

Samstundis hevur landsverk sett boltar í fyri at tryggja loft og veggir í tunlinum.

Hetta er trygging, sum ætlanin hevur verið at gera og sum verður gjørt í sama viðfangi, sum restin av arbeiðnum verður gjørt.

Men nú sigur Landsverk, at arbeiðið at tryggja tunnilin er nógv meiri umfatandi, enn tey høvdu væntað, tí fjallið er so leyst, at tað krevur nógva trygging.

- Vit hava gjørt av at tryggja tunnilin ordiliga, sigur Heini Eysturoy á Landsverki.

Men tað merkir samstundis, at peningur verður bara at gera tvey víkipláss størri ístaðin fyri fýra, um upprunaliga ætlað.

Heini Eysturoy sigur, at tey eru um at vera liðug at sprongja í tunlinum og alt arbeiðið skal vera liðugt á jólum.