Koma heim við einum persónligum meti

HM í svimjing gjørdist eitt vónbrot hjá føroysku svimjarunum

 

23. til 30. juli hava Signhild Joensen, Sára R. Nysted, Róland Toftum og Óli Mortensen luttikið í HM í svimjing í Budapest.

 

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjifelag Føroya, segði í síðstu viki við in.fo, at vónin undan kappingini var at seta nøkur føroysk og persónlig met.

- Vit sóu, at tilmeldingartíðirnar hjá øðrum svimjarum vóru so góðar, at finalupláss fóru okkara svimjarar ikki at megna at náa.

 

Tað gekk tó ikki heilt eftir vild hjá føroysku svimjarunum, sum í fleiri umførum svumu langt frá sítt besta.

 

Ólavsøkudag framdi Óli Mortensen besta føroyska avrikið, tá hann setti nýtt persónligt met á 1500m frí. Hann svam teinin við tíðini 15:37.77, sum er meiri enn eitt hálvt sekund skjótari enn gamla met hansara. Tað setti hann í Danish Open í fjør, tá hann svam 15:38.41, skrivar svimjing.com.

 

- Hetta er nógv skjótari enn hansara annars besta tíð í ár, sum er 15:45.66 frá tá ið hann vann gull í hesum teini á Danish Open 2017, skrivar svimjing.com.

 

Signhild Joensen svam ólavsøkuaftan 200m rygg, men hóast føroyska met hennara er 2:14.01, so varð tíðin í Budapest 2:19.11.

 

Sára R. Nysted megnaði heldur ikki at ýta sítt allarbesta, tá hon í gjár svam 400m blandaða svimjing. Tíðin gjørdist 5:21.21, sum er eitt gott petti frá føroyska metinum, sum hon sjálv setti í Ungarn í fjør, sum er 4:59.73.

 

Føroysku svimjararnir eru nú á veg heim aftur til Føroya.