Kom og dansa, kæri skattur mín?

- Alt mítt lív havi eg gingið á møti og kenni tí kensluna av felagsskapi, tá ið felagssangur verður sungin. Men felagssangurin á ólavsøku og føroyski dansurin beint eftir, er nakað heilt serstakt, sum eg ongantíð havi upplivað áður.
<DPTAB>    Soleiðis sigur ein lesari sunnanfjørðs, sum vendi sær til Sosialin í vikuni.

Ólavsøka

Ólavsøkukvøld á midnátt verður felagssangur á Vaglinum, og tá ið sangurin er liðugur, hevur verið vanligt seinastu árini at kvøða ?Ormin langa?. Tað er Petur Olivur í Hoyvík ? ella Gimpe ? sum skipar, og er veðrið gott, taka fleiri túsund fólk saman hendur. Hetta er ein hugnalig og kanska hjartanemandi løta, sum hugtekur fólk ? og ikki minst tey útlendsku ferðafólk, sum vitja land okkara um ólavsøkutíð.
Í vikuni ringdi ein lesari sunnanfjørð til Sosialin og ynskti at sleppa at greiða frá, hvussu hon fyrstu ferð upplivdi felagssangin og føroyska dansin á Vaglinum á ólavsøku.

Serstakt upplivilsi
- Eg stóð mitt á Vaglinum, tá ið felagssangurin rungaði. Rundan um var tætt av fólki, og eg kendi meg varda av einum livandi garði. Tey søgdu, at har vóru fleiri túsund fólk; børn og
vaksin, kvinnur og menn, gentur og dreingir. Onkustaðni hoyrdist útlendskt mál og nakrir normenn, ið fegnir vildu syngja við, bóðu um hjálp at finna sangir í heftinum, hvørja ferð ein nýggjur sangur byrjaði.
Kvinnan, sum ikki ynskir at verða navngivin, tí navnið er óviðkomandi, sigur, at alt lívið hevur hon gingið á møti og kennir hon tí kensluna av felagsskapi, tá ið felagssangur verður sungin.
- Men hetta var nakað heilt serstakt, sum eg ongantíð áður havi upplivað.
Her vóru fólk samlaði av øllum slag - fólk við ymiskum lívsákoðanum og lívslagnum. Øll sungu vit sama lag og somu orð. Kenslan av felagsskapi var intens. Eg kendi tað, sum vit vórðu vit øll knýtt saman ? ja, eg kendi eina gleði um at verða fødd í Føroyum og at hoyra heima her.
Ein av sangunum, sum setti sín serliga dám á midnáttarløtuna, heldur hon var sangurin ?Kom og dansa, hjartans kæri skattur mín?
- Hesin sangurin, sum mær dámar so væl, verður altíð sungin hesa løtu á ólavsøku. Tárini veltust fram í eygunum, og tankarnir fóru til tann, mær longdist eftir. Allastaðni rundan um meg sóust forelskaði pør, og tað gjørdi ikki longsulin minni.

Eitt livandi hav av fólki
Hon sigur, at tá ið felagssangurin var liðugur, og tann føroyski dansurin byrjaði, fór hon niðan undir Tinghúsið, tí har er útsýnið so avbera gott.
- Fólkið stóð so tætt, at tað tók mær eina góða løtu at vinna meg gjøgnum mannamúgvuna. Eg stillaði meg upp á lagaða grótgarðin fyri at síggja betur. So nógv fólk
havi eg ongantíð í lívinum sæð samlaði áður. Áarvegurin, Vaglið, Tinghúsvøllurin, Tinghúsvegurin og Niels Finsensgøta ? allastaðni út í hvønn krók stóðu fólk. Í mikrofonini hoyrdu vit Gimpa við fastari rødd skipa Ormin Langa.
Og kvinnan heldur fram at greiða frá sínum upplivilsi:
- Komin uppá garðin at standa, sá eg eina sjón, eg ongantíð í lívinum fari at gloyma; eitt livandi hav av fólki, sum vaggaðu aftur og fram, sum dansurin gekk. Tað var, sum varð eg lyft upp frá, borin av mannarøddum sum kvóðu; monnum og
kvinnum í føroyskum búnum, sum fluttu seg aftur og fram og aftur og fram. So harmoniskt og so friðarligt; eingin gangur ella bardagi ? bert ein kvøðandi mannamúgva, ið tóku hvønn annan undir armin, slógu ring og í felgskapi bóru eina aldargamla mentan víðari til komandi ættarlið.
At enda sigur kvinnan, at føroyski dansurin, sum fyri henni altíð hevði verið tungur og keðiligur, fekk eftir hesa løtuna á Vaglinum eina heilt aðra dimensjón.
Vit kunnu skoyta uppí, at aftur í ár verður felagssangur og føroyskur dansur á Vaglinum á midnátt ólavsøkukvøld.
Og enn einaferð verður tað fasta røddin hjá Gimpa, sum slóðar fyri?