Popp er ikki altíð gott!
Nei, eg eri ikki bara bangin fyri, at hjúnabandið er í vanda ella verður oyðilagt, um tað verður góðtikið at skráseta homoseksuelt parlag. Tað hevur bara einki við hjúnabandið at gera, og søgan hevur eisini prógvað, at tað verður ikki steðgað har! Eg haldi ikki tað er rætt, at umdefinerað hjúnabandið, bara tí tú ert bangin fyri at vera politiskt inkorrektur. Samstundis er tað totalt galimatias, at loyva eini trúgv og tess fólki at verða trumlað niður í navni tolseminar!
Í mun til hjúnarbandið og hjúnabandslóggávu, so haldi eg, at vit mugu hyggja eftir grundarlagnum undir lógini. Tað er nú soleiðis, at okkara lógarverk og samfelag er grundað á eina kristna hugsjón. Og tískil koma tað eisini áhaldandi at vera støður, har summi halda okkurt vera klikkað, ella okkurt teimum ikki dámar.
Tað er nokk eisini í hesum føri, at vit gera okkum trupulleikarnar størri enn neyðugt við tað, at vit hava eitt statsorgan lagt omaná kirkjuna. Sum nú er, hava vit sett okkum til harrar yvir kirkjuna og okkara mannalóggávu omanfyri ta hjá Guði.
Óansæð, so er tað er jú í andsøgn við tað, ið hjúnarbandið er, sambært kirkjuni og átrúnaðinum. Nevniliga nakað, sum er guðgivið og heilagt. Altso ikki bara nakað, ið er innført ella skapað av menniskjum til stuttleika. Vit hava tó skapað nakrar skipanir rundanum hetta, ið eru viðvirkandi at skipa eitt samfelag, har vit vita hvør eigir hvønn v.m.
Eitt annað aspekt í hjúnabandinum er signalið úteftir. Við hesum meini eg, at vit gera eina avtalu inn fyri Várharra og síðani senda vit eitt signal út til umheimin við ávísum ritum og teknum.
Sama ger hvørja tulking við vilja hava, av tí sum stendur í bíbliuni, so síggja vit longu í gamla testamenti, at tá talan er um hjúnaband, so er tað ein avtala ímillum mann og konu. Altso kann tað ikki tulkast, tá ið vit hyggja eftir bæði jødatrúgv og kristnari trúgv. Hjúnarbandið er guðgivið og bert ímillum mann og kvinnu. Sådan er det! Einki menniskja hevur tá vald ella rætt til at vælsigna eitt hjúnaband ímillum mann og mann ella kvinnu og kvinnu. Tá tað er sagt, so lesa vit eisini um homoseksuell fólk í gamla og nýggja testamenti. Altso er hetta einki nýtt, tað vita vit eisini frá øðrum gomlum keldum, men hjúnarbandið var, sum eg havi lisið meg til, ongantíð nakað tey stevndu eftir. Og eg haldi ikki, at talan er um nakað sum helst rættvíst krav, hvørki frá vinstra vonginum ella teimum homoseksuellu um gifting. Tað er so yvirhøvur ikki uppá nakran hátt talan um, at okkara demokrati er í vanda ella talan um órættvísi av nøkrum slag!
Og skuldi tað verið so, at onkur veruliga inniliga trýr tí, so haldi eg álvara tos, at mann hevur brúk fyri einum reality check. Og at henda sjálvrættvísa rørsla ger brúk av slíkum apokalyptiskum propaganda er ikki bara humbukk! Tað er eisini djúpt vanvirðiligt, at mann er villigur at brúka tílík kneb bara fyri at fáa sín vilja. Eg vil næstan siga, at tað er uppaftur minni virðiligt enn tann eyðsýnda intoleransa, ið tey fremja mótvegis teimum, ið váða sær at halda nakað annað enn tað, teirra rørsla góðkennir sum rætta trúgv.
Tað snýr seg altso um nakað nógv meiri grundleggjandi enn tað, sum fleiri halda. Eg trúgvi, at bæði talufrælsi og trúarfrælsi er í vanda í Føroyum í dag!
Hetta tí, at tað eru fleiri ignorant og intolerant fólk, ið samstundis síggja seg um heilagar kríggjarar ella vanguards í stríðnum móti tí kristnu kúganini. Hetta eru tey, serliga nógv á vinstra vongurin í Føroyum, sum klappa hvørjum øðrum á ryggin, eru sjálvútnevndir tolsemistar og síggja seg sjálvar sum advokatar teirra, ið sambært teimum, eru við minniluta og veikari samfelagsborgarar. Harímillum meini eg eisini, at tað eru nøkur disillutionerað homoseksuell.
Tað eru hesi, ið eg meini fremja eina sosiala kulturrasismu, í hesum, at tey, sum júst skulu eitast av verja, heldur síggja niður á og (eg vóni tað er ótilvitað) vanvirða júst somu fólk. Tey seta seg uppá høga hest sín og skulu verja nøkur, og samstundis vanvirða og niðurbróta tey uppaftur onnur!
Við hesum seinna meini eg við, at tey vanvirða og útspilla, uttan eitt flindur av ringari samvitsku, øll tey, ið hava eina trúgv og virðir grundað á tað kristnu hugsjónina. Øll hesi, ið skulu eitast fyri at hava trúar- og talufrælsi hava tey opinbart eitt fríkort at siga og gera við sum teimum lystir. Hygg bara hvussu lóggávur kring okkum áleggja fólki at gera ímóti teirra sannføring og trúgv undir skjólinum av tolsemi og demokrati. Hetta demokrati er nokk meiri demogogarí og antidemokrati enn nakað annað!
Uttan nakran sum helst førleika til sjálvrannsakan ella skynsemi gáa tey ikki um, at tað tey gera, í grundini er verri enn alt tað, tey skýra onnur at gera og vera! Men, av ótta fyri fleirtalinum og ynskinum um at hoyra til, tora tey fólk – í báðum bólkum sum vanvird verða – ikki at siga frá. Tað er henda pop-toleransan og pop-demokrati, sum fólk hoppa uppá, hóast baksýnið og søgan sigur okkum, at tey, ið tigandi hava góðtikið læruna hjá hesi rætt trúgvandi tolsemis elitu longu eru komin somikið á vandaleið, at skipið helst ikki kann vendast, áðrenn tað rakar ísfjallið!
Avbjóðingin tykist somikið stór, at vit skoða bert brøkpartin av trupulleikanum. Tískil vil eg taka kampin upp móti hesi pop-toleransu, pop-demokrati, sjálvútnevndu tolsemistum og demagogum, ið samstundis blástempla allari ókritiskari atsókn móti øllum tí, ið kristiligt er. Eg vóni, at tað eru onnur við mær, ið vilja taka kampin upp og siga frá teirra hugsan – tann sum tegir samtykkir!
Vit mugu minnast til, at tað sum liggur sum hornasteinur undir øllum teimum kendu vesturlendsku og fríu londum er einki minni enn tann kristna grundhugsjónin og menniskjasýnið! Og tey, ið forkvaklað hana hava og somuleiðis lúgva um hana, eru júst tey, ið hon (grundhugsjónin sum hon veruliga er) hevur tænt og vart best!
Rani Andrasson Skaalum,
Næstformaður,
Ung fyri Miðflokkin