Koltursgrunnurin hevur fingið 5 milliónir frá Mærsk

Koltursgrunnurin hevur fingið stórfingna gávu frá Mærsk - 5 milliónir, sum skulu nýtast til at varðveita býlingin Heima í Húsi. Koltursgrunnurin, sum varð settur á stovn í 2003, hevur til endamáls, at varðveita antikvarisku- og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Grunnurin skal útvega pening til ístandsetan av bygningunum, og stíla fyri, at hesir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk, í stýrinum fyri grunnin sita: Gunnar Hoydal, formaður, Malan Johansen, Høgni Mohr, Hørður Wardum og Magni Arge.

Koltursgrunnurin søkti í vár Mærskfonden um stuðul til eina umfatandi verkætlan, at seta býlingin Heima í Húsi í góðan stand, nú er játtandi svar komið. Mærskfonden var ikki smáligur, men játtaði alla upphæddina, sum søkt varð um.