Kollfirðingar kempa fyri møguleikanum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Teitur Joensen hjá KÍF er fegin um, at úrslitini lagaðu seg í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Teit Joensen hjá KÍF, aftaná kollfirðingar høvdu vunnið 20-17 (12-9) á Neistanum, samstundis, sum argastu kappingarneytarnir í stríðnum um annað FM finaluplássið, VÍF taptu ímóti Kyndli í Vestmanna.

 

- Vit hava fingið eitt lív í kappingini, sigur ein fegin Teitur Joensen. Hann ásannar, at tað helt hart í seinna hálvleiki, tá Neistin mundi vunnið seg uppá javnt.

 

Teitur Joensen staðfestir, at talan hevur verið um eitt strævið kappingarár, har nógvir KÍF spælarar hava verið uttanfyri við skaða, og hópurin hevur verið tunnur. Hann heldur tó, at tað hevur sampakkað væl hjá teimum, ið hava verið tøkir til dystirnar.

 

Teitur Joensen slær fast, at KÍF fer at stríðast so leingi nakað er at stríðast fyri í kappingini. 

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712259848311537
2VÍF226275844328
3KÍF214924514126
4Kyndil225945365825
5StÍF21555559-420
6Neistin21503534-3114
7Team Klaksvík21479701-2220