Ein skuldi trúð, at strandingar høvdu sjálvsálitið í lagi undan dystinum móti kollfirðingum á heimavølli sunnudagin. StÍF leikti jú hálvfinalu móti Kyndli í steypakappingini mikukvøldið, og tá vunnu teir ein tryggan sigur á havnarliðnum. Men tá ið KÍF vitjaði sunnudagin, var mótstøðan ein onnur.
Fullmannaðir strandingar
Tað er eisini vert at hava í huga, at í hálvfinaluni mikukvøldið vóru strandingar bæði málverjan Marian Cirloganescu og sterka skjúttan Svein Justinussen fyriuttan, og harafturat kom Leivur Justinussen heldur ikki á vøllin móti Kyndli. Hesir vóru tó allir tríggir á vøllinum sunnudagin, men tað var ikki nóg mikið til at koppa einum KÍF-liðið, sum stríddist sum úlvar á skóg.
Tað er og hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri KÍF, at teir kanska ikki spæla tann mest poleraða hondbóltin, men ístaðin stríðast fyri hvørjum einasta bólti. Soleiðis var eisini sunnudagin, har kollfirðingarnir arbeiddu serstakliga væl fyri hvørjum øðrum, men til tíðir borðreiddu teir eisini við heilt góðum hondbóltsspæli.
Smeitur fyri strandingar
Dysturin var ógvuliga javnur, og hóast liðini skiftust um at verða á odda, so var tað serliga kollfirðingar, sum høvdu munin í seinna hálvleiki. Eftir at Damir Oros seks minuttir inn í seinna hálvleik hevði lagt KÍF á odda 17-16, eydnaðist tað ongantíð strandingum at koma upp á javnt aftur.
Við ósgrinum fyri KÍF misti StÍF eitt týðandi stig í oddastríðnum. Høvdu teir vunnið, vóru teir nú ájavnir við VÍF, H71 og Kyndil, sum eru púra jøvn á ovastu rók, men ósigurin hevur við sær, at teir eru tvey stig aftan fyri oddaliðini. Kollfirðingar hinvegin fingu ein kærkomnan sigur, og talan verður neyvan um seinastu ferðina, at teir fara at seta kílar í hjá onkrum av fremstu liðunum.
StÍF-KÍF 24-25(13-14)
StÍF: Alexandur Johansen 10(5), Arthur Johansen 5(2), Bent Djurhuus 3, Sveinur Justinussen 2; Esbern Jacobsen 1, Mortan Hansen 1, Bárður Danielsen 1, Leivur Justinussen 1
KÍF: Damir Oros 9(2), Gert Hansen 4, Arnbjørn Hansen 4(1), Sune Davidsen 3, Petur Martin Poulsen 2, Mirko Milinkovic 1, Rógvi Weyhe 1, Karl Johan Djurhuus 1
Brotskøst: StÍF 7(7), KÍF 4(3)
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 4
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen