Hondbóltur
Hondbóltsfepurin er høgur í Kollafirði. Eftir at KÍF allan fyrsta partin av kappingini var einsamalt í botninum, er liðið nú ájavnt H71 í stríðnum um pláss í FM-finaluni.
Fyrst og fremst hevur tað verið ein ófatuligur stríðsvilji, sum hevur betra støðuna somikið nógv, og hesin kom teimum eisini til góðar í gjár.
Størsta partin av dystinum var tað nevnliga StÍF, sum var omaná í gjár. Teir hildu seg støðugt á odda, og tá Ási Dam mátti av vølli eftir beinleiðis reytt kort, var hetta steinur oman á byrðu.
Hetta var tó langt ífrá einasta reyða kortið sunnudagin. Longu undan steðginum fekk Borgar Danielsen hjá StÍF sína triðju útvísing, og tað munaði sum vera man væl hjá gestunum.
Eftir steðgin var KÍF eisini nógv betur við, men tað gekk tó sera javnt á allan vegin. Enn eitt reytt kort – hesa ferð til Gabriel Stanciu hjá StÍF – darvaði tó aftur vertunum, og so var tað, at KÍF tók av.
Niklas Reginsson hevði verið stórspælandi allan dystin, og við trimum málum svaraði hann aftur, hvørja ferð StÍF royndi at fáa fatur á dystinum aftur.
Tvey stig afturat til KÍF, og so eru teir saman við H71 á næst fremsta sessinum í deildini.
Í so máta er talan um púra øvuta støðu á stigatalvuni. Fyri fyrstu ferð í eini 15 ár ella so kann talan verða um niðurflyting úr bestu mansdeildini. Og tað liggur ikki serliga nær vanligu hondbóltsfatanini, at tað eru StÍF, VÍF og Kyndil, sum í løtuni stríðast fyri at sleppa av hesum plássinum.