Koks hevur í fleiri umførum fingið framúr ummæli frá alskyns útlendskum matummælarum, og aftur í dag er Koks at finna sum nummar eitt á einum lista, sum White Guide hevur latið gjørt.
Listin eitur "Ársins best ummældu matstovur í 2016".
Sum grundgeving skrivar heimasíðan millum annað, at Koks veitir genialan mat frá jørð og hav, og at stórsligna náttúran og umhvørvið sum heild í Kirkjubø er orsøk til, at Koks hevur fingið enn betri ummæli hesaferð.
- Náttúran er fantastiskt og onkrastaðni har niðri í fjøruni verða hummararnir heintaðir, sum smakka eins reinir og havið er.
Les meira her: http://whiteguide.dk/nyheter/top-15-arets-bedst-anmeldte-nye-restauranter