Seinasta drekkivatnskanningin vísir, at bakteriur eru framvegis í drekkivatninum úr Havnardali. Kókitilmælið stendur tí við í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali.
Tað var í gjár, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum, ið kemur úr Havnardali.
Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Úrslitini av seinastu drekkivatnskanningini fyriliggja mánadagin 7. august, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.