Arabiska Samgongan hevur gjørt av at biðja fyrrverandi ST-aðalskrivaran Kofi Annan virka sum serligur sendimaður í Sýrialandi. Har skal hann royna at steðga bardøgunum og at fáa í lag tingingar um eina loysn á stríðnum millum stýrið og uppreistrarmenninar.
Í dag halda tey umleið 70 londini í felagsskapinum Vinir Sýrialands fund í Tunesia um støðuna í Sýrialandi. Ætlanin er at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina vápnahvíld, soleiðis at tey neyðstøddu í Sýrialandi kunnu fáa mat og aðra neyðhjálp.
Danmark eru millum tey 70 londini, sum eru umboðað í Tunesia.