Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum roynir seg sum semingsmann í stríðnum í Sýrialandi, sigur, at hann er skelkaður av tí veksandi harðskapinum í landinum, og hann leggur sýriska forsetan, Bashar al-Assad, undir at hava svikið lyftið um at steðga harðskapinum.
-Eg eri skelkaður av teimum seinastu boðunum um tann veksandi harðskapin í fleiri býum og bygdum í Sýrialandi. Hetta hevur kostað óhugnaliga nógv mannalív, samstundis sum uppaftur fleiri eru flýdd. Hetta er beint ímóti teimum lyftum, sum eg havi fingið, sigur Kofi Annan.
Sýriska stjórnin hevur lovað at binda frið frá týsdegnum 10. apríl, men Kofi Annan sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at so verður. Sýriska uttanríkisráðið segði fyrrapartin, at herurin fer ikki at taka seg aftur, fyrr enn hann fær lyfti frá uppreistrarmonnunum um, at teir fara at gevast við álopunum.