Knox appelerar drápsdóm

Nógv umrødda málið, har ein 23 ára gomul amerikansk kvinna er funnin sek í at hava stungið eina 21 ára gamla enska gentu til deyðis, verður nú tikið upp í hægri rætti. 23 ára gamla Amanda Knox og táverandi drongur hennara, Raffaele Sollecite, fingu ávikavist 26 og 25 ára fongsul fyri at hava myrt enska skiftisnæmingin, 21 ára gomlu Meredith Kercher.

Amanda Knox sigur, at nýggj vitnir fara at prógva, at hon er ósek, og at 23 ára gamli fílabeinsstrandingurin, Rudy Guede, ið eisini varð dømdur fyri sama morðið, var einsamallur um drápið.

Guede var upprunaliga dømdur í 30 ára fongsul, sum tó seinni var niðursett til 16 ár.

Rættarsakin fekk nógva umrøðu í Italia, har tær báðar, Amanda Knox og Meredith Kercher búðu saman í býnum Perugia, eins og ensku miðlarnir gjørdu nógv burtur úr. Kercher kom frá Surrey í Onglandi.

Knox og Sollecite hava sitið fongslað síðani 4. november 2007, fýra dagar eftir at líkið av Meredith Kercher varð funnið.

Rættarfundirnir eru fyribils settir til 11. og 18. desember og 15. januar.

Stjúkpápin hjá Amandu Knox, Chris Mellas, segði sambært The Sun: Eg kenni, at vit hava eina góða søk. Hon (Amanda Knox) fer at koma heim skjótt.