KNAPK herðir mótstøðuna ímóti oljuvinnuni

Grønlendska fiski- og veiðimannafelagið KNAPK herðir nú mótstøðuna ímóti oljuvinnu í grønlendskum sjógvi. Fyri einari viku síðani kravdi felagið, at strangar tilbúgvingarskipanir verða gjørdar, áðrenn oljuævintýrið byrjar. Men nú hevur felagið hert krøvini og krevur, at allar ætlanir um at fara undir royndarboringar í Vesturgrønlandi í ár verða avlýstar.

Formaðurin í KNAPK, Leif Fintaine, sigur við KNR, at grønlendingar hava ikki fingið nóg góða kunning um eina komandi oljuvinnu.

Veiði- og fiskimannafelagið mælir til at skipa eitt serligt ráð við grønlendskum og útlendskum serfrøðingum, sum skulu geva landsstýrinum og Landstinginum góð ráð, so Grønland kann búgva seg betur til at samráðast við altjóða oljufeløg.