Grannalondini Kolombia og Venesuela hava gjørt av at knýta tað diplomatiska sambandið aftur. Tað hendir, eftir at nývaldi forsetin í Kolombia, Juan Manuel Santos, hevur hitt forsetan í Venesuela, Hugo Chavez. Fundurin var í gjár.
Teir báðir forsetarnir ásanna í einari felags fráboðan, at teir eru sera ólíkir, men at teir eru samdir um, at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti millum grannalond.
Venesuela kvetti tað diplomatiska sambandið við Kolombia, tá táverandi kolombiski forsetin, Alvaro Uribe, skuldsetti Venesuela fyri at hýsa uppreistrarmonnum hjá tí vinstrasinnaða felagsskapinum FARC, sum stríðist ímóti kolombisku stjórnini. Tað avsannaði Venesuela, og hetta endurtók Hugo Chavez aftan á fundin í gjár.
Á fundinum settu teir báðir forsetarnir fimm nevndir, sum skulu virka fyri størri samarbeiði og størri samhandli millum londini bæði.