Enn er hesin spurningur ikki alment svaraður, men hósdagin gerast vit kanska klókari, tá Rokkstovan fer í luftina við Knúti og Rasmusi báðum handan mikrofonina.
Rasmus fylgdi í vikuskiftinum emo-punkarunum í The Dreams á teirra mini-konsertferð í Føroyum, og tað er ein frálíka undirhaldandi frásøgn komin burturúr. Eisini hoyra vit 2 løg við bólkinum umframt spildurnýtt Tool, The Flaming Lips, Morrissey, Clap your hands say yeah, Editors o.s.fr., sigur Knút, ið tó einki nevnir um hvør er vertur í næstu viku.
Rokkstovan verður send í Útvarpinum hósdagin kl. 17.05