Knústar Neista-kvinnur

Neistin-Stjørnan 17-32(6-15)

Talan var um nummar eitt og tvey á stigatalvuni, men skal metast eftir dystinum, so kundu tað eins væl verið fleiri deildir millum Neistan og Stjørnuna.

Tíðliga í dystinum byrjaði Stjørnan at toga seg leysa, og tá tær lupu frá 3-4 upp á 10-4, var dysturin at kalla avgjørdur.

Seinna hálvleik var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Og við 15 málum er ikki langt frá, at Neistakvinnurnar máttu leggja rygg til sítt heimatap nakrantíð.

Hjá Neistanum skeyt Nicoleta Radu Hansen 5 mál. Simona Petersen skoraði 12 av málunum hjá Stjørnuni.