Førdi almannapolitikkurin tykist í løtuni ganga beint ímóti øllum teimum málum, løgtingið setti sær, tá tað 13. mai í ár einmælt samtykti at seta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Sosialu skipaninar, sum við tógvið stríð eru bygdar upp, verða nú stig fyri stig brotnar niður.
Viðmerking
Um somu tíð sum frálíki ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, íð bera brek, fær gildi í Føroyum, arbeiða føroyskir myndugleikar við broytingum og átøkum, ið ganga beint ímóti sama sáttmála. Hin 13. mai í ár samtykti Føroya Løgting einmælt, at hesin sáttmáli skuldi setast í gildi í Føroyum, og hin 28. mai tók Fólkatingið einmælt somu avgerð vegna Danmark. Hin 24. juli varð henda avgerð fráboðað til ST, og sambært grein 45 í sáttmálanum fær hann 30. dagin eftir gildi fyri viðkomandi lond. Sostatt eru Danmark – og Føroyar – frá 23. august í ár at rokna bundin at halda ásetingarnar í ST-sáttmálanum.
Tí undrar tað so mikið meira, tá vit mestsum dagliga frætta um broytingar og sparingar, sum so at siga uttan undantak skerja møguleikarnar hjá fólki við breki at mennast og virka í samfelagnum, og taka vunnin rættindi frá teimum.
Vit skulu niðanfyri viðgera nakrar av hesum broytingum:
Eyka stuðul einstakar dagar: Vaksin, ið búgva heima, hava fyrr havt møguleika at fáa eyka stuðul einstakar dagar, eitt nú um tey skuldu á leguna fyri fólk við breki í Zarepta, til Okkara legu í Nesvík ella okkurt annað dags- ella vikuskiftistiltak. Hesin stuðul er nú so skerdur, at fyri mong merkir tað, at henda upplivingin er tikin frá teimum. Summi teirra eiga avvarðandi, ið vónandi kunnu fara við teimum. Men vælferðarskipanin hevur kastað frá sær!
Stuðul við í ferðalag: Vaksin menningartarnað – bæði heimabúgvandi og á sambýli – hava fyrr kunnað farið uttanlandsferðir og havt stuðlar ella starvsfólk síni við sær. Til dømis hevur orkestrið Ælabogin verið konsertferð í Noregi tríggjar ferðir í 10 ára søgu síni. Hesar konsertferðir hava stóran týdning, tí tær eru týðandi motivatión í regluligu venjingini gjøgnum árið. Og venjingin gjøgnum árið gevur hesum fólkum lívsgleði og ein innihaldsríkan gerandisdag. Men í tí Harrans árinum 2009, meðan løgtingið viðger og samtykkir ST-sáttmálan, broytir almannaverkið mannagongdir (sic!), so hetta nú er munandi torførari og dýrari fyri brúkaran – sum umframt egnan ferðaseðil og ferðaseðil til starvsfólkið, nú eisini skal rinda lønina til starvsfólkið á ferðini!
Koyrisamsýning til stuðlar: Stuðlar hava higartil kunna koyrt fólk við breki til ymisk tiltøk við egnum bili – og fingið koyrisamsýning eftir galdandi reglum. Við skrivi dagfest 20. august 2009 boðar nærverkið frá, at henda heimild fer úr gildi 1. september – meðan skipanin verður endurskoðað. Tað merkir í veruleikanum, at ein kann eiga játtan til t.d. fysioterapi, men venjingin dettur niður fyri, tí stuðulin ikki longur skal koyra viðkomandi. Hetta hevur alstóran týdning fyri tann einstaka, men í landskassaheildini sæst hetta ikki aftur. Hví skal verandi skipan setast úr gildi, áðrenn ein onnur er klár at koma í staðin? Hvussu hugsar man sær, at tað skal ganga fyri seg í meðan? Hevði tað verið nøktandi, um t.d. Bygdaleiðir steðgaðu allari koyring 1. september, meðan tey arbeiða við eini nýggjari ferðaætlan – sum kanska verður klár eftir ársskiftið – ongin veit, tí ongin tíðarfreist er nevnd?
Setanarsteðgur – einaferð enn: Nú frættist enn einaferð, at um ein stuðul verður sjúkur ella sigur upp, verður ikki nýtt fólk sett í staðin vegna sparingar. Hetta er órímilig og óvirðilig sparing, ið rakar púra tilvildarliga.
Supervisjón til stuðlar: Tey, íð arbeiða sum stuðlar, hava fyrr kunnað fingið supervisjón eina ferð um mánaðin. Hetta hevur verið sera týðandi fyri stuðlarnar – bæði fyri teirra trivnað og fyri fakligu dygdina í teirra arbeiði, tí flestu teirra arbeiða einsamøll. Nú skal eisini hetta eftir øllum at døma sparast burtur. Hvar eru visjónirnar?
Stuðul til heilivág: Skerdi stuðulin til heilivág rakar fólk við breki meint, tí summi teirra hava tørv á nógvum heilivági. Hetta er ein sosialt sera skeiv sparing, tí hon rakar tey, íð eru ringast fyri frammanundan.
Inntøka mótroknast í pensjónini: Millum onnur átøk í ólavsøkupakkanum hevur verið nevnt, at inntøka hjá fyritíðarpensjónistum skal mótroknast í pensjónini - frá fyrstu vunnu krónu. Um ein t.d. er 2/3 óarbeiðsførur og fær avlamispensjón fyri hetta, so verður hann sostatt mettur at vera 1/3 arbeiðsførur. Nú hevur mín sann verið upp á tal at mótrokna tann triðingin, hann sambært pensjónsskipanini skal vinna sjálvur, í teimum 2/3, hann fær í pensjón. Sostatt hevur hesin ongan sum helst møguleika at koma upp á 3/3 í inntøku, sum lógin annars ætlar. Hetta man vera logikkur fyri víðarikomin. Hetta rakar eisini tey á vardu verkstøðunum, sum fáa einar 6 til 8 krónur um tíman fyri sítt arbeiði (ja – tú las rætt: 6 til 8 krónur um tíman). Og hesar er so ætlanin at mótrokna í pensjónini oman á alt. Líkt er kortini til, at politikarar nú hava varrnast, hvussu høpisleys henda hugsanin var.
Inntøkumissur: Fólk, ið av serligum umstøðum noyðast at vera heima hjá brekaðum barni, hava áður fingið lønina endurgoldna frá Almannastovuni. Nú er loft sett á hesa upphædd, og tað rakar hart hjá summum – umframt teir trupulleikar, sum annars eru at dragast við.
Noktandi játtan: Ein nýggjur trupulleiki, vit hava frætt um seinastu tíðina, er at fólk, ið hava søkt almannaverkið um eitt hvørt, kunnu fáa játtandi svar - við viðmerkingini, at vegna vantandi fígging kann játtaða tiltakið ikki setast í verk!! Gud viti, hvat játtanin so kann nýtast til! Eyðvitað er tað ikki lætt hjá starvsfólki at umsita eina fíggjarætlan, ið ikki røkkur til tað, ið lógin heimilar. Men fyri einstaka borgaran kennist tað sum ein nýggjur háttur at halda fólk fyri gjøldur?
Børn við serligum tørvi, ið áður eru send niður, tí onki nøktandi tilboð er í Føroyum, verða nú eftir øllum at døma kravd heimaftur – uttan at nakað nøktandi tilboð enn er klárt.
Heilivág heldur enn námsfrøði: Ein trupulleiki, sum Javni nú verður gjørdur varugur við frá foreldrum og avvarðandi, er, at búfólk á sambýli, ið ikki áður hava havt stórvegis tørv á sissandi heilivági, nú fáa meira heilivág. Um hetta er orsakað av vánaligari leiðslu, pedagogiskum leti ella tekin um, at starvsfólk eru so undirmannað og sperd, at tey ikki hava annan møguleika, er ilt at vita. Men skelkandi er tað!
Flytingar: Afturat hesum kann nevnast, at seinasta vár frættist, at ætlanir vóru um at niðurleggja okkurt sambýli, og hesi fólkini skuldu so bara flytast í onnur sambýli, har pláss varð tøkt – og onkur skuldi flytast fyri at gera pláss. Eftir at avvarðandi og Javni høvdu mótmælt, varð henda ætlanin tíbetur slept. Javni er rættiliga stúrin fyri, at søgan kann endurtaka seg!
Skúladagurin verður styttur hjá børnum við serligum tørvi: Summi eru heilt einfalt færri tímar í skúla í ár enn í fjør, hóast tey eru eitt ár eldri. Og skúladagurin hjá fleiri teirra er frammanundan nógv styttri enn hjá javnaldrunum. Eitt dømi er, at 15 ára gamalt barn, sum hevði 25 tímar um vikuna í fjør, fær bert 24 tímar í ár. Tað skal samanberast við 8. flokk, har tímatalið er 33 tímar um vikuna. Her er tað Mentamálaráðið, ið skákar sær undan síni ábyrgd. Fyri landskassan er neyvan talan um stórvegis sparing, tí ta tíðina, barnið er styttri í skúla, má almannaverkið veita stuðul í staðin, um foreldrini skulu kunna røkja sítt arbeiði. Hetta er órættur, tí sama skúlalógin er galdandi fyri øll!
Rætt skal vera rætt: onkur glotti er at hóma. Nú frættist, at gongd fer at koma á at innrætta sambýli og umlættingarheim til børn við autismu í Klaksvík. Tað verður eitt framstig. Vónandi er hetta tó síðstu ferð, myndugleikarnir keypa sethús at umbyggja til sambýli, tí úrslitið av tí verður ongantíð betri enn næstbest. Betri er at byggja til endamálið. Nýggja bústaðalóggávan gevur vónandi nýggjar møguleikar á hesum øki.
Fyri sløkum ári síðani gjørdi ABC samgongan eitt samgonguskjal, har millum annað varð sagt, at verjumálslógin skal dagførast eins og ST-sáttmálin fyri brekað skal setast í gildi fyri Føroyar. Vit fegnast um, at hesar ætlanir eru framdar. So er eftir at liva upp til tey mál, ein harvið hevur sett sær.
Sama samgonguskjal sigur eisini, at “Vælferð og trivnaður hjá øllum samfelagsbólkum er ein avgerandi fyritreyt fyri einum góðum samfelag í framhaldandi menning “ og “Almannaskipanirnar skulu háttast so, at fólk í mest møguligan mun kunnu hava ein virknan leiklut í samfelagnum”. Ikki duga vit í Javna við okkara besta vilja at síggja, at førdi politikkurin samsvarar við hesa orðing í samgonguskjalinum – ella ST-sáttmálan.
Tað, sum nú gongur fyri seg er stig fyri stig at bróta niður sosialar skipanir, sum við tógvið stríð eru bygdar upp seinastu mongu árini; og so at siga dagliga venda troytt og vónbrotin avvarðandi sær til Javna við neyðarrópum. Javni má tí harðliga mótmæla hesi gongd og seta hesar almennu spurningar:
Til Almannaráðharran: Tykir tær, at førdi almannapolitikkurin, sum dømi eru um omanfyri, er nøktandi og virðiligur og í samsvari við samgonguskjal og ST-sáttmála?
Til Mentamálaráðharran: Tykir tær, at førdi skúlapolitikkurin, sum dømi er um omanfyri, er nøktandi og virðiligur og í samsvari við skúlalóg og ST-sáttmálan?
Til allar (samgongu)tinglimir: Tykir tykkum, at førdi politikkurin, sum dømi eru um omanfyri, er nøktandi og virðiligur? Er hetta í samsvari við tað, tit hugsaðu tykkum við ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek? Meta tit tykkum við fíggjarlógini at hava givið Almannamálaráðnum fíggjarligar umstøður til at kunna liva upp til sínar skyldur?
Javni vónar, at bæði ráðharrar og tinglimir og flokkar lata frætta frá sær – og gera nakað við henda sorgarleik.