Kappróður
Róðrarfelagið Knørrur er eitt róðrarfelag í menning og er farið at brynja seg til framtíðina. Við nýggju stuðulsavtaluni við P/F Postverk Føroya er gøtan greidd tey næstu árini.
Vit stuðla einum treystum og framskygdum felagi
Bergur í Garði, stjóri í P/F Postverki Føroya sigur, at Postverkið sær Róðrarfelagið Knørr sum eitt spennandi róðrarfelag. Fólkið hevur rætta viljan og hugburðin til at menna seg til eitt sterkt og gott ítróttarfelag. Og tí menningini vil Postverk Føroya fegið stuðla. At tey hava bygt sær hetta felagið upp burturúr at kalla ongum, ber boð um treysti og framskygni. Kunnu vit verða við til at hjálpa ítróttinum á henda hátt, so gera vit tað fegin, sigur Bergur í Garði. At kappróður er tjóðarítróttur føroyinga ger tað bara uppaftur hugaligari.
Gott fyri felagið
Eivy Olsen, næstforkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, sigur, at tey eru sera glað fyri avtaluna. Hon gevur okkum betri stundir at hugsa um sjálvt felagið, og tað fer sum frá líður at geva róðrarfólkinum betri umstøður at virka í. Vit fáa stutt sagt meiri pening at arbeiða við. Vit fáa eitt nýtt fimmmannafar í summar, og tíggjumannafarið er heldur ikki langt burtur. Tað sær gott út hjá okkum í so máta. Størsta ynski okkara er sjálvandi eitt neyst til limir og rógvarar. Tað fer at geva okkum nógv betri møguleikar enn nú, bæði ítróttarliga og sosialt. Vit hava nakað av peningi á kistubotninum og eru mestsum klár at byggja. Vit bíða bara eftir, at myndugleikarnir vísa okkum á eitt hóskandi pláss, so seta vit spakan í, sigur Eivy. Og hon leggur afturat, at eingin ivi skal verða um, at Róðrarfelagið Knørrur fer at gerast eitt sterkt kappróðrarfelag, sum er fult á hædd við tey bestu í landinum.