Klumman: Tær góðu løturnar

Simona Weihe
---------------
Nú tjúgunda kvøld nærkast, eru jólini farin væl afturum. Í bæði røðum og sendingum hava vit hoyrt um farna árið og ynski fyri tað nýggja. Summi geva nýggjárslyfti. Nú tað gongur móti ljósari tíðum er upplagt at byrja upp á okkurt nýtt og spennandi.

Hóast vit skriva 10. januar í dag, so havi eg hugsað nógv um jólini seinastu dagarnar. Havi altíð elskað jólahugnan við sínum ljósum og pynti. Í ár fullu jólini væl í vikuni – jólaaftan var týsdagur – so eg hevði nógvar frídagar. Nóg mikið av tíð at keypa gávur og góðgæti. Ja, gera klárt til teir stillu og hugnaligu dagarnar. Umframt at hava okkurt nýggjársynski, so havi eg eisini hug at hyggja eitt sindur longur aftur í tíðina.

Tá tú ert komin nakað upp í árini, so fækkast tey í ættarliðnum undan tær. So leingi foreldrini livdu, vórðu jólini hildin saman við teimum ella saman við verforeldrunum. Nú er vermamman einsamøll eftir. Og eg hevði ta gleði at fáa hana á vitjan á jólum.

Tankarnir leita aftur til allar tær ótrúliga góðu løturnar. Minnist hvussu vit sum børn rokaðust við at pynta granngreinar við øllum møguligum glitri. Mammu dámdi væl jólini, og hon keddist ongantíð av øllum jólapyntinum, vit hongdu upp. So har bleiv klipt og límað so nógv sum í nøkrum nútímans barnagarði! Ongin kendi nakað til strongd. Vit heilsaðu jólunum vælkomin! Akkurát somu kensluna havi eg enn, tá tað nærkast jólum. At desember er ein ógvuliga rokaligur mánaður í arbeiðshøpi hevur ongantíð kenst sum forðing fyri jólafyrireikingini og jólagleðini.


Síðani komu jólini sum vaksin. Bæði mamma og babba vóru »jólalig«, sum eg kalla tað, líka til tað síðsta. Øll jólakortini, tey skrivaðu, so leingi hendurnar orkaðu. Ógloymandi og stuttligar løtur tollaksmessukvøld og jólaaftan. Meðan eg skrivi hesar reglur kenni eg týðuliga stemningin. Tað er eitt sindur sorgblítt at minnast aftur á. Men tey dugdu veruliga at njóta hesa høgtíð.

Og nú jólini 2013! Sjokulátakossarnir og kleynurnar, sum vermamman hevði bakað og kókað og koyrt í siðbundnu karamellueskjurnar, tær hoyra jólunum til! Hugnaligu prátini og søgurnar um bæði nýtt og gamalt. Um skjóttlisnu føroysku bøkurnar. Tosið um binding, brodering og seyming. Ja, alt millum himmal og jørð.

Eg eri so takksom fyri at hava upplivað allar hesar góðu løturnar. Og nýggjársynskið kann ikki vera annað enn at duga at bera førningin víðari.