Tað gav av at bíta gamlaárskvøld, tá vit í minsta lagi kundi væntað, at eisini føroyingar skuldu merkja, at vit fóru inn í 2007. Nei vælsignað, vit sóu ”100 ára føðingardagin“, sum eg ið hvussu er havi sæð síðani 1973 í Danmark. Ja, átta ára gamli ommusonurin sat og segði replikkirnar, áðrenn hasi bæði gomlu høvdu ønt orð. Hann dugdi tað uttanat! So fór helst okkurt at koma seinni, hugsaðu vit gomlu og hugnaðu okkum óført annars. Nei, tá kom ”Dame Edna”! So mistu vit tolið og sløktu sjónvarpið. Tað var eisini í fínasta lagi, tí vit kundu væl hugna okkum við ongum sjónvarpi. At seta á útlendsku rásirnar hetta kvøldið riggaði ikki til okkara nýggjárshýri. So heldur práta og siga gamlar søgur fyri at stytta okkum stundir til midnátt.
Við hetta lag kunnu vit saktans avtaka sjónvarpið. Tað hevði verið lítil missur fyri Føroya fólk. Kortini er torført at ímynda sær, at vit skulu erpa okkum av at vera heimsins besta land, um vit so dyggiliga nokta borgarunum innlit í hetta samfelag, og siga at vit eru føroyingar serstøk tjóð. Hvør kennir seg um føroying av at síggja SvF?
Skundi mær at siga, at útvarpið so frálíkt loddaði dýpið í føroyska samfelagnum við áhugaverdum samrøðum, frásagnum og skemti. Tað merkir, at vit hava fólk sum duga sítt “handverk”, men hvussu verður tilfeingið býtt, tá Kringvarp Føroya nú er farið at virka? Um so er, at politiska skipanin ikki loyvir sjónvarpinum fíggjarligan stuðul, so skuldu politikarnir umhugsa, hvussu tað er at føra valstríð við ongum sjónvarpi. At hava SvF virkið sum nú er, sømir seg ikki fyri eina tjóð, sum vit helst vilja kalla okkum.