Simona Weihe
-----
Høvdu gomlu kommunistisku londini havt avlurtingarmøguleikarnar, sum landsstýrið ætlar at seta í gildi í Føroyum, er ilt at gita, hvussu tað hevði spælt av! Enn hóra Norðurkorea og Kina. Vit hoyra og lesa um ræðuleikar og forfylging av borgarunum har. Ivist ikki eina løtu í, at teir brúka allar avlúringarmøguleikar, sum finnast.
Hjá okkum verður roynt at fáa tað at ljóða so væl, at við at geva løgregluni nýggjar og meira víðgangandi avlurtingarmøguleikar, kunnu vit t.d. fyribyrgja, at rúsevni koma inn í landið. Ávíst áramál av væntaðum dómi skal vera incitament at loyva avlurting. Teldubrotsmenn av øllum handa slagi verða eisini nevndir sum álvarsom hóttan við m.a. kursmanipulatión, hacking, telefontíðarstuldri og øðrum beistagerðum. Um nakað veruligt hald er í hesum grundgevingum verður onki tosað um. Einasti trupulleikin er kostnaðurin.
Ein heldur tollut viðmerking frá politikara var, at vit 48.000 sálir her úti í Atlantshavi ikki bara kunnu láta sum einki, tá m.a. Danmark tekur hesa tungu byrðu við avlurting á seg.
Tað var tann tíð tá p-talið kom. Á, sum tað skuldi vera væl vart. Nú flagsar tað runt í øllum tínum samfelagsviðurskiftum. Og tað er so sjálvsagt at brúka tað, tá tað ger allar viðgerðir, avgerðir og avgreiðslur so nógv lættari! So søgan sigur okkum, at tað er eitt sindur bláoygt at halda, at tá vit geva leyst, sum í hesum føri til avlurting av brotsmonnum, at so steðgar tað har. Hví ikki spyrja okkum sjálv, um vit veruliga ynskja eitt samfelag, har møguleikin er til staðar at avlurta og avlúra alt og øll! Og soleiðis missa nógv meira enn vit vinna.
Nú fáa vit at síggja. Tað man ivaleyst fara at glógva í onkrum. Men verður lógin hóast alt sett í gildi, so kanst tú altíð royna at finna okkurt hent, sum hon einaferð í framtíðini kundi verðið brúkt til. T.d. um vit eitt nú skulu útnevna ein kanningarstjóra, so hevði tað verið so deiliga lætt hjá løgtingsformanni bara at trýst á print og so havt allar viðkomandi upplýsingar um persónin í hondini.
Og tá høvdu vit væl og virðiliga lagt Orwell afturum okkum!