Saman við øllum glitrinum er ein snapsur innanfyri vestin eisini ein sjálvfylgja á jólum. Hýrurin á foreldrum, ommum og abbum gerst betri, jú longri jólakvøld líður, og børnini ansa sær sjálvum við nýggju leikunum, tey hava fingið.
Eg hevði ynskt at snapsurin var goymdur og gloymdur, til í hvussu so er annað jólakvøld.
Jól eru barnanna hátíð, eisini tá jólapakkarnir eru útpakkaðir og dunnan uppetin. Tey hava rætt til eini friðarlig jól uttan fullamannsskeldarí, grát yvir sorgir, ið koma til sjóndar, tá snapsurin hevur bloytt okkara yvir ego til ein mjúkan svamp
Børn vilja hava muss og klem 365 dagar um árið, og ikki frá einum alkoholangandi munni jólaaftan.
Jólaaftan og jóladagur eru tveir dagar av 365. Lat snapsin og ølina standa hesar dagarnar, so at børnini kenna, at tær kenslur, ið koma til sjóndar, eru veruligar. Vilja mamma og pápi skeldast, jamen, so lat tey skeldast, bara tey gera tað við sínum yvir ego til staðar. Vil gráturin koma yvir onkran, sum ikki er við hesi jólini, lat hann so koma. Bara kenslurnar eru veruligar kenslur.
Tit kanska halda, at børnini ikki merkja, at tit drekka. Tað er galið. Tey merkja tað sera væl, og tey vita hvat, sum er veruligt og óveruligt, og hvat snapsurin ger við mammu og pápa og onnur vaksin rundan um tey.
Lat tíni børn minnast eini góð og gleðilig jól, har mamma og pápi vóru til staðar, bæði kropsliga og sálarliga.
Gleðilig jól!