Klumma: Er løgmaður svakur

Vit skulu hava heimsins besta samfelag í 2015! Eitt stórt mál at seta sær, og tó at politisku viðmerkingarnar ofta flyta seg á einum lágum støði, so er væl eingin okkara, sum vilja arbeiða ímóti málinum, sum løgmaður á sinni proklameraði í ólavsøkurøðu sínari.

Stóri spurningurin er heldur, hvussu vit koma nær málinum. PISA-úrslitini vóru á dumpistøði, og tó at arbeitt verður við at bøta um hetta, so røkkur tað als ikki til 2015. Heldur ikki hóast kostnaðarstøðið fyri hvønn næmingin í føroyska fólkaskúlanum er eins methøgt, sum tað er í Danmark. Heldur ikki málið um, at allir føroyingar tá skulu nema sær miðnámsútbúgving, tí tað er einki at rokna móti útbúgvingarferðini í láglønarlondunum, sum vit ofta kappast við, tá talan er um arbeiðsorku til tilfeingisvinnuna.

Kinverjar útbúgva milliónir av fróðskaparnæmingum um árið. Indar útbúgva hundratúsundtals KT-frøðingar á hvørjum ári, so hví skulu okkara fáa tandur gera so stóran mun á tí økinum.

Tað, sum tað snýr seg um, er at vit eiga eginleikan at bróta upp úr nýggjum. Einans við at finna nýggjar hættir at nýta vitanina, kunnu vit skapa okkum nakað at nýta somu vitan til.

Og so skulu vit tora at hugsa stórt. Hetta seinasta hava politkkarar okkara enn ikki duga. Gaman í hava nógvir embætismenn fundast um ymsar partvísiónir móti 2015. Men fyri tað mesta snýr hetta seg um at optimera verandi vitan. Ikki um, hvussu vit kunnu ogna okkum nýggja vitan.

Ein klókur maður segði á sinni: »Fólk, sum eru nóg svøk at halda seg kunna broyta heimin, broyta hann eisini viðhvørt« Er løgmaður nóg svakur?