Klovnurin Bu Bu í SMS allan leygardagin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Finn Johannesen greiða frá útgávutiltakinum hjá klovninum Bu Bu í SMS í morgin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Annika Kunoy Im gjørdi við Finn Johannesen um útgávutiltakið hjá klovninum Bu Bu, sum byrjar í SMS í morgin klokkan 10.

 

Talan verður um eitt stórt útgávutiltak, har Klovnurin BUBU fer at lata úr hondum sína fyrstu fløgu - har 16 BUBUsangir - og sangir eru á. Umframt hetta, verður eisini litbók, har tekningar eru í, sum hóska seg til sangirnar í fløguni, og teksturin til sangir er at finna - við akkordum, soleiðis at børnini kunnu lita og onkur kann spæla guitar saman við teimum, so at hugnin gerst enn størri. Eisini eru smáir litblýantar í BUBU gávupakkanum. Tað er unga gentan úr Eysturoynni Abigail Fríða Gardlykke, ið hevur teknað vøkru og fittu tekningarnar.

 

Til útgávutiltakið - fer BUBU at syngja sí­nar sangir, umframt onkran nýggju av fløguni, og verður tað Jens Marni Hansen við bólki, ið fer at spæla undir. Seinni á degnum, fer Jens Marni Hansen við bólki eisini á pallin við sangum av síni seinastu útgávu, har millum annað, Robert, Nikolina og Ólavur Højgaard, koma at luttaka eisini.