Klopp undrast á nógvu brotsspørkini hjá United

Premier League: Jurgen Klopp hevur skoti fyrsta skotið undan dystinum móti Manchester United 17. januar

Tað er líkt til, at vit fyri fyrstu ferð síðani 2008/09 kunnu fáa eitt meistarastríð millum Liverpool og Manchester United. Tað er ikki farið framvið hjá Jurgen Klopp, venjara hjá Liverpool, sum í gjár skjeyt fyrsta skotið undan arvafíggindauppgerðini, sum verður 17. januar.

Liverpool tapti í gjár 1-0 á útivølli móti Southampton, men venjarin hjá Liverpool er ikki nøgdur við dømingina. Tvær ferðir vildi Liverpool hava brotsspark. Báðu ferðirnar bleiv hungt eftir støðunum, men einki brotsspark.

Manchester United hevur útmerkað seg til at fáa brotsspørk. Liðið fekk so seint sum í seinasta umfari eitt umstrítt brotsspark, og ongin hevur fingið fleiri brotsspørk enn Manchester United, síðani Ole Gunnar Solskjær tók við fyri tveimum árum síðani. Tað finst venjarin hjá Liverpool nú á.

- Eg havi hoyrt, at Manchester United  hevur fingið fleiri brotsspørk upp á tvey ár, enn eg havi fingið í Liverpool upp á fimm og eitt hálvt ár. Eg áni ikki um tað er mín skyld, ella hvussu tað yvirhøvur hann henda, segði Jurgen Klopp eftir dystin í gjár.

Ein uppteljing í bretsku miðlunum sigur, at Jurgen Klopp ikki hevur heilt rætt í síni útsøgn, tí Liverpool hevur fingið 30 brotsspørk, meðan Manchester United hevur fingið 27 brotsspørk. Tað gevur tó eitt brotsspark til Manchester United fyri hvørjar tríggjar dystir, meðan Liverpool fær eitt brotsspark fyri hvørjar sjey dystir.

Við hesum hevur Jurgen Klopp latið fyrsta skotið undan uppgerðini millum Liverpool og Manchester United, sum verður 17 januar. Tá kann Manchester United hava yvirhálað Liverpool, tí United hevur ein útsettan dyst móti Burnley, sum verður spældur týsdagin 12. januar.

1Liverpool1796237:2133
2Man Utd16103333:2433
3Leicester17102531:2132
4Tottenham1685329:1529
5Man City1585224:1329
6Southampton1785426:1929
7Everton1692526:2029
8Aston Villa1582529:1626
9Chelsea1775532:2126
10West Ham1775524:2126
11Arsenal1772820:1923
12Leeds1772830:3323
13Wolves1764718:2422
14Crystal Palace1764722:2922
15Newcastle1654718:2619
16Burnley154479:2016
17Brighton1728721:2814
18Fulham1525813:2311
19WBA17151111:398
20Sheffield Utd1702158:292