Í gjárkvøldið komu fýra ungfólk eitt stig nærri at missa koyrikortið.
Men uppaftur verri var hjá einum øðrum bilførara, tí hann misti koyrikortið á staðnum.
Tað var úslitið eftir at løgreglan í Havn gjørdi ferðmátingar á Kalbaksvegnum og á Kollafjarðarvegnum seint í gjárkvøldið.
Í kanningunum tók løgreglan ein bil, sum koyrdi 150 kilometrar um tíman og har hjálpti ongin góða mamma. Tað gjørdist ikki betri av, at talan var um ein stóran bil yvir 3500 kilo, sum bara hevur loyvi til at koyra 70 kilometrar um tíman.
Ùrslitið var eisini, at bilførarin misti koyrikortið á staðnum.
Men harumframt klipti løgreglan í koyrikortið hjá fýra bilførarum. Talan var um fýra ungfólk, tvær gentur og tveir dreingir, sum sostatt øll komu eitt stig nærri at missa koyrikortið.
Av teimum fýra, fekk ein bilførari klipp í kortið fyri at koyra út fyri reytt ljós og tveir bilførarar fingu klipp fyri at yvihála í Kollafjarðartunlinum, har tað ikki er loyvt at yvirhála.
Løgreglan sigur, at tað í allar mesta mun eru ungfólk, sum koyra soleiðis, at tey fáa klipp í koyrikortið, sigur løgreglan.