Klippfisk skal ala betri filmsfólk

Klippfisk, ið hevur til endamáls at menna føroyska framleiðslu, fer komandi tíðina at skipa fyri regluligum skeiðum innan framleiðslu, dokumentar og konseptútvikling. Málið er at fáa betri filmsfólk, serliga til at skriva handrit og framleiða filmar

Um vikuskiftið fer Klippfisk av hava skeið í hølunum í J. H. Schrøtersgøtu. Skeiðið er í at skriva leikrit, og fara roynd fólk úr skrivandi umhvørvinum at undirvísa og vegleiða á skeiðnum. Skeiðið í at skriva leikrit er eitt av fleiri, Klippfisk ætlar sær at fyriskipa komandi tíðina.

- Vit hava havt nøkur videoskeið, og teimum fara vit at halda fram við. Men vit fara eisini at hava fleiri av hesum skeiðunum innan dokumentar, framleiðslu og konseptútvikling, greiðir Jákup Veyhe frá.

Hann sigur, at skeiðsvirksemið hjá Klippfisk hevur verið nakað leingi um at koma upp at koyra, men at filmsáhugað fara at síggja meir til skeiðini hjá Klippfisk komandi tíðina, umframt til meir virksemi í húsinum. Seinasta mánaðin hevur biografur verið í J. H. Schrøtersgøtu, har Klippfisk sýnir filmar, ið annars ikki verða sýndir í Havnar Bio. Her er ikki talan um eitt famhald av Vársól tiltakinum, sum var her fyri, men hugskotið er tað sama.

- Ung fólk í dag hava eina nógv breiðari filmsvitan enn eg hevði, tá eg var í teirra aldri. Og endamálið við Klippfisk er at stuðla upp undir hesa vitanina, at læra ung at skilja filmssøgu, sjangrur og so framvegis. At skapa eitt tilboð til teirra, ið krevja eitt sindur meir, sigur Jákup Veyhe.

Her fyri sýndi Klippfisk Kino ein film, sum er kosin at vera heimsins óhugnaligasti, ið fekk fleiri at rýma út. Næsti filmur verður ein eftir kenda filmsskaparan Andrei Tarkovsky.


Útskiftingar í Klippfisk

Onkrar útskiftingar hava verið í Klippfisk leiðsluni í síðstuni.

- Klippfisk skal vera fyri øll. Tað er opið her millum 15-19.00 hvønn dag, og her fyri settu vit tvey fólk í starv, ið skulu vera her teir tímarnar. Eg eri virkandi leiðari í Klippfisk. Martin Simonsen, sum var dagligur leiðari her, er farin í Samvit at arbeiða, men er framvegis skúlastjóri á summarskúlanum, FISK, sigur Jákup Veyhe.

Uppgávurnar hjá Klippfisk eru fjølbroyttar. Tað er møguligt hjá fólki at leiga útgerð og høli til upptøkur, og verður Klippfisk tíðum nýtt til at dokumentera ymiskar hendingar, so sum sjónleikir og konsertir.

- Tað er avgjørt eitt umhvørvi fyri filmsframleiðslu í Føroyum. Eg havi lagt merki til, at tað eru tey somu, sum eru virkin innan filmsframleiðslu, sum vóru sjónlig tá vit høvdu Agurk sendingarnar. Eitt rættiliga stórt tal av føroyskum talentum fara eisini víðari at útbúgva seg víðari innan film, sigur hann.


Handrit og framleiðarar mangla

Komandi skeiðið innan leikrit er sostatt tað fyrsta av fleiri skeiðum komandi tíðina.

- Tað vísir seg at vera tvey ting ið mangla innan føroyska filmsframleiðslu. Tað eru góð handrit og góðir framleiðarar, ofta róptir produsarar. Ein góður produsari er eftir míni meining ofta minst líka umráðandi sum ein góður leikstjóri, sigur Jákup Veyhe.

Og ta støðuna skulu skeiðini hjá Klippfisk bøta um.

Fyrsta skeiðið í at skriva leikrit verður fríggjadagin frá klokkan 12.00 til 18.00, og leygardagin frá klokkan 10.00 til 16.00. Oddfríður Marni Rasmussen fer at leiða skeiðið og hugleiða um hvat setningurin sigur um persónin. Harafturat koma Jan Jørgensen og Hans Tórgarð við hvør sínum uppleggi um dramaturgi og tað at skriva. Ætlanin er at seta gongd á framleiðsluna av verkunum, um stundir vera til tað. Pláss er fyri 12 fólkum á skeiðnum, og fá pláss eru eftir til skeiðið.