Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið, tí hann hevði eitt ov lítið barn sitandi íbundið í sela uttan at hava pútu undir, sum er krav, um barnið er undir 135 cm høgt.
Ein annar bilførari koyrdi fyri reytt ljós við Hvannasundstunnilin, og tað gav honum eisini eitt klipp í koyrikortið.
Stutt fyri klokkan 17 í gjár var ein bilførari tikin í Hoyvík fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi. 
– Tað gevur eisini eitt klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Og beint eftir klokkan 17 tól løgreglan aftur ein fyri at koyra og tosa í telefon. Tað var í Havn.











