Klintrimús og hini dýrini við Løkin

Leikurin var úrslit av verkætlanararbeiðinum hjá 10. flokki.

Hesa vikuna hava næmingar í 10. flokkunum í Runavíkar skúla og Tofta skúla spælt barnaleikin um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. 

 


Leikurin var úrslit av verkætlanararbeiðinum hjá 10. flokki, sum í fleiri ár hevur verið at sett ein leik upp.

 

Næmingarnir hava vant í tvær vikur og hava spælt hesa vikuna, um morgunin fyri barnagørðum og skúlum, og um kvøldið hava almennar sýningar verið.

 

Í kvøld var seinasta almenna sýninginin.