Klintraði upp á frælsisguðinnuna

Vildi mótmæla amerikanska útlendingapolitikkinum.

Í gjár vórðu vitjaðndi í hópatali flutt burtur av kendu frælsisguðinnuni í New York.

 

 

Orsøkin var, at ein kvinna klintraði upp eftir risastóru standmyndini, ið kring heimin er kend sum tekin um frælsi.

 

 

Løgreglufólk fóru upp eftir kvinnuni, og fingu hana niður, eftir at hava fingið prátað hana til sættis. Kvinnan vildi við hesum mótmæla amerikanska útlendingapolitikkinum, serliga við markið til Mexico, har børn og foreldur verða skild hvør frá øðrum.