Klingran fekk góða byrjan

Í gjár fingu køkuhugaðir klaksvíkingar á fyrsta sinni høvið at síggja og smakka úrvalið av vørunum í nýggja bakaríinum hjá Jórun Mørkøre, Klingruni.

Í samband við sína upplating var høvið hjá almenninginum at vitja hetta snotuliga og ljósa staðið beint við tunnilsvegin. og rættiliga nógv gjørdu eisini brúk av hesum møguleikanum.
Klingran gjørdist samstundis karmur um framløgu av teirri spennandi handilsligu kollveltingini í Klaksvík, tá ætlanin við miðbýinum varð avdúkað á stórari samkomu á hesum staði.