Hondbóltur
Spenningurin kom í hásætið seinastu løtuna av mansdystinum í Vestmanna leygardagin. Men tað vóru nú ikki tað, sum útlitini vóru til størsta partin av dystinum.
VÍF hevur havt eina hampuliga útskifting í spælarahópinum í mun til seinasta kappingarár, og tað hevur eisini havt við sær, at avrikini hava verið heldur óstøðug. Tí hava fleiri mett, at talan helst verður um eitt millum-ár, har VÍF skal hugsa um framtíðina, heldur enn at gera nakað serligt um seg í ársins útgávu av manskappingini.
Sleptu ferðini
Men tað er nú ikki víst, at spælararnir hava lurtað so nógv eftir hesum ráðunum. Móti Neistanum, sum undan vikuskiftinum hevði vunnið allar sínar dystir, spældu teir gulu í øllum førum sum eitt oddalið fyri tað mesta.
Frá byrjan var greitt, at hetta var ein dystur, har heimaliðið so avgjørt vildi spæla við. Tað tóktist vera púrasta líkamikið, hvussu Neistin royndi at verja, tí skothóttanirnar frá teimum gulu komu úr øllum ættum.
Og tað gjørdi eisini, at tað var so sum so, hvør nytta var í mansverjuni, sum Neistin plantaði á Áka Olsen frá byrjan av seinna hálvleiki. Í løtum togaði Neistin nakað aftur, men í tveimum førum øktu teir á heimaliðnum munin aftur í fimm mál, og tí tóktist uppgávan hjá Neistanum at kalla vónleys.
Og tá VÍF bara fimm minuttir undan leikoki økti til 34-30, skuldi dysturin verið avgjørdur. Stóra mistakið hjá VÍF var tó helst, at teir sjálvir hildu seg hava vunnið. Ferðin datt púrasta úr spælinum hjá teimum, og so tók Neistin av.
Tríggjar ferðir vunnu teir seg upp á javnleikin – hvørja ferð við málum frá stórspælandi Trónda Kragesteen. Og tó at VÍF svaraði aftur tær báðar fyrstu ferðirnar, so var tíðin ov lítil, til at teir eisini kundu skjóta sigursmálið.
Spennandi VÍF-lið
Og so var einki løgið í, at teir bláu fegnaðust, tá seinasta floytið hevði ljóðað. Stríðsviljin og sjálvsálitið høvdu enn eina ferð borið stig við sær, og tó at teir við hesum »bert« fingu eitt stig, so helt liðið fast um status sum ósigrað oddalið. Og eftir dystargongdini var hetta væl eisini tað optimala, sum Neistin kundi fáa burturúr.
Samsvarandi var vónbrotið hjá VÍF stórt. Men hóast hetta, so er lítið at ivast í, at teir væl kunnu bera høvdið høgt. Ikki bara prógvaðu teir gulu, at teir væl kunnu takast við oddin, hóast stórt ættarliðsskifti. Men teir prógvaðu eisini, at millum nýggju spælararnar eru fleiri, sum væl kunnu gerast álitið á liðnum komandi árini. Jákup Suni, Rúni og Niels spældu fyri tað nógva sum garvaðir veteranar, og saman við meira royndu Sámal, Áka og Agnar verða teir helst bulurin á liðnum hetta árið. Hartil kemur Regin Joensen skjótt aftur á liðið eftir skaðasteðg, og tá er VÍF væl og virðiliga eitt lið, sum øll hini skulu ansa sær fyri.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 36-36 (20-16)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 12(2), Niels Andreasen 8, Rúni Joensen 6, Sámal Joensen 4(1), Jákup Suni Andreasen 4, Áki Olsen 2
Neistin: Tróndur Kragesteen 13(4), Roar Dalsgarð 6, Juguslav Djumic 6, Blagoje Buha 5, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 2, Carl Herup Olsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen