Royndi málrevurin hjá KÍ, Páll Klettskarð, kemur nú heimaftur til felagið at spæla. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í dag.
Páll Klettskarð hevur seinastu tíðina spælt við USD Breno í Italia, har hann var við til at spæla felagið upp í fjórðbestu deildina, Seriu D.
- Eg eri spentur uppá at koma heim til KÍ og at síggja allar aftur. Hópurin er sera spennandi og sterkur í ár, og eg hopi at kunna hjálpa til við teimum kvalitetunum, sum eg havi. Eg havi verið skaddur í longri tíð, men nú er málsetningurin fyrst at fáa nakrar vikur við góðari venjing, og so vóni eg at kunna gera mun á liðnum og vónandi fáa okkurt mál, sigur Páll við ki.fo.
Páll Klettskarð er 29 ára gamal, og hann hevur sambært Faroesoccer skotið 112 mál í 213 dystum í Betrideildini - allar við barndómsfelagnum, KÍ.