Klekingardepil fyri nýggjar vinnur

Eg stórfegnist um, at fokus er komið á íverksetan, og harvið møguleikar hjá nýggjum vinnum at spretta. Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur skjótt eitt ár á baki og er eitt sera spennandi og neyðugt tiltak, har Klaksvíkin, sum ikki einaferð í vinnuhøpi, gongur á odda

Klekingardepil

Tað er sera umráðandi at fáa konseptið við íverksetarahúsinum útbygt, so tað hjá hvørjum einasta íverksetara gerst einfalt og munandi minni møtimikið enn í dag at koma frá hugskoti til inntøkugevandi vinnu. Av hugskoti spretta hugskot, og tí skulu vit seta á stovn ein klekingardepil, ið verður ein kreativ kjarna, har skapandi sálir og heilar hittast og fáa synergieffektina av felags umhvørvinum.

 

Í hesum depli skal, umframt at leita sær ráðgeving um íverksetan og fígging, eisini bera til at leiga bílig høli í byrjanartíðini hjá fyritøkuni – til dømis í tvey ár. Umframt kontór kann ein slíkur bygningur rúma ymisk kreativ høli, eitt nú atelier, studio, felagshøli og café, har fólk kunnu savnast.

 

Eisini úti í heimi

Alt fleiri fyritøkum og persónum tørva professionella ráðgeving at fara út í heim – tað veri seg til Íslands, USA, Russlands, India ella aðrastaðni. Saman við SamVit eiga vit at nýta okkara sendistovur í arbeiðinum at hjálpa føroyskum fyritøkum, ið vilja á útlendska marknaðin. Klekingardepilin kann á sendistovunum hava undirstøðir, serkønar í marknaðinum í viðkomandi landi. Sjálvi hava vit - enn - einans sendistovur í Íslandi, Bruxelles, London og Keypmannahavn, men til ber at samstarva við sendistovur hjá øðrum londum – til dømis íslendskar og danskar sendistovur.

 

Vit hava uppfinnarar, tónleikarar, listafólk, sniðgevar, KT-snillingar v.fl. á høgum stigi. At tryggja teimum møguleikan at koma frá hugskoti til inntøkur er tað sama sum at tryggja okkara framtíð. Hetta er ein av týdningarmestu uppgávunum á vinnupolitiska økinum – ikki minni týdningarmikil enn at byggja tunlar. Tí tað er skapandi heilum og hondum, vit skulu liva av í framtíðini!