Klassikarin á ólavsøku

Effo-deildin í 2017 bjóðar uppá nógvar áhugaverdar uppgerðir

Um gott og væl tveir mánaðar fer besta føroyskan mansdeildin í fótbólti, Effo-deildin, aftur á rull eftir drúgvan vetrarsteðg.

 

Í gjár gjørdist greitt hvussu nýggja leikskráin í Effo-deildini sær út fyri komandi kappingarár.

 

Leikskráin bjóðar uppá fleiri áhugaverdar uppgerðir, har HB millum annað fær vitjan av KÍ á ólavsøku í tí sokallaða klassikaranum, umframt at HB og B36 spæla seinasta umfar ímóti hvørjum øðrum í Gundadali.

 

Í fyrsta umfarinum er lagt upp til eitt veruligt brak, har tveir teir seinastu føroyameistararnir í føroyskum mansfótbólti møtast innanhýsis, tá Víkingur tekur ímóti B36.

 

Øll leikskráin fyri komandi kappingarár sæsther.