Klárt at yvirtaka farsóttarmálsøkið

Lógaruppskotini um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum verða nú send til hoyringar, og stingur onki óvæntað seg upp, verður málsøkið á føroyskum hondum 1. mai næsta ár.

 

Hetta skrivar Heilsumálaráðið á hmr.fo.

 

Embætisfólkini í Heilsumálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni eru nú, í samstarvi við danskar myndugleikar, liðug at fyrireika yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum. Lógaruppskotini verða send til hoyringar hjá viðkomandi pørtum í dag, og hoyringstíðin verður tær vanligu fýra vikurnar. Yvirtøkan kann sostatt leggjast fyri tingið, beinanvegin tað kemur saman aftur eftir ólavsøku og verða avgreidd úr tinginum í heyst.

 

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarmálsøkið fevnir m.a. um tey viðurskifti, sum umrødd verða í “anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” og í donsku epidemilógini.

 

Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

 

Yvirtøkumál er málsøkið hjá løgmanni, og tí er tað eisini løgmaður, sum formliga leggur yvirtøkuuppskotið fyri Løgtingið.

 

Men tá málsøkið er yvirtikið, kemur tað undir ræðið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. Umsitingarliga er í hvussu er ætlanin, at tær uppgávur, sum landslæknin í dag hevur við støði í donsku farsóttarlógini, verða lagdar út til nýggja Fólkaheilsustýrið, sum fer at virka á nýggjárinum. Fólkaheilsustýrið verður stovnur undir Heilsumálaráðnum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tók stig til yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum, tá hann bar ynski fram um hetta á landsstýrisfundi í november í fjør.

 

- Eg eri stórliga fegin um, at fyrireikandi arbeiðið hevur gingið so væl, og at vit nú fáa fult ræði á hesum málsøkinum. Hóast tað gekk væl undir koronufarsóttini, gjørdust vit varug við, at tað hevur fyrimunir fyri tilbúgvingina og handfaringina av slíkum støðum, at allur avgerðarrætturin er á føroyskum hondum, soleiðis at skjótt verður borið at, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.