TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við aðalskrivaran í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro í spontanu sendingini hjá Rás2, har sent var næstan til klokkan eitt í nátt.
Tað stóð nógv á Virgari seinastu løtuna, tá Føroyar stríddust og førdu 2-1, so nógv, at Virgar orkaði ikki at hyggja. Í FSF eru tey ovurfegin um enn eitt landsliðsbragd, og vóna tey, at tað aftur verður útselt til komandi heimadyst, sum verður ímóti Norðurírlandi, fríggjakvøldið 4. september, har heili 1.000 norðurírskir fjepparar hava boðað frá, at teir koma til Føroya.










