Klandur um markerings-skúmið í Týsklandi

Argentinarin, sum uppfann dómarasprayið hóttir við at stevna týska fótbóltssambandinum

Fólk yvirhøvur vóru samd um, at markerings-skúmið dómararnir brúktu til HM-endaspælið í fótbólti í Brasil var eitt sera væleydnað átak. Dómararnir fingu við einari sprayfløsku sett nakrar greiðar markeringar í samband við frísparksstøður. Tað gjørdi tað eisini greiðari fyri allar partar at hava greiðar markeringar á vøllinum. 

 

Eftir HM hava bæði Champions League og Premier League innført markerings-skúmið. 

 

Tað er argentinin, Pablo Silva, ið eigur patentið uppá markerings-skúmið, og hann meinar seg eisini hava patentið uppá Evropa.

 

Tað letur í fyrstu atløgu ikki til at rína við týska fótbóltssambandið, sum ætlar at brúka eitt annað slag av skúmi í bundesliguni, tí skúmið, sum Pablo Silva hevur ment er ikki góðkent av teimum týsku myndugleikunum. 

 

Í samrøðu við tíðindastovuna DPA sigur Pablo Silva, at tað fer hann ikki at finna seg í, og hann fer at stevna týska fótbóltssambandinum, tí hann tvíheldur, at hann eigur eisini patentið uppá markerings-skúmið fyri Evropa.