Í Norðoyggjum vóru øll sera spent til 10-mannafarsróðurin á Sundalagsstevnuni í Hósvík í dag.
Og tað bleiv eisini sera tætt og spennandi millum Klaksvíking og Norðingin. Klaksvíkingar vunnu annan róðurin á rað, men hesaferð knógvaðu teir grannarnar við bert 3/100 av einum sekundi. Kortini eigur róðurin at geva teimum umborð á Norðingi vónir um, at teir skjótt kunnu knógva Klaksvíkingi. Spennandi verður at fylgja gongdini komandi róðrarnar.
Vestmenningur sum var triði báturin í 10-mannafarsróðrinum í dag var 12 sekund aftanfyri hinar báðar bátarnar.
##med2##