Klaksvíkingar í kríggj við skøruna

Tað er eitt umfatandi og tungt arbeiði, so býráðið biðjur um hjálp frá fólkinum

Skøran er óynsktur vøkstur í Klaksvík. So óynsktur, at Klaksvíkar býráð nú heitir á borgararnar í býnum um at hjálpa til at týna hana.   

 

Í fjør var fólk frá Klaksvíkar kommunu runt um í býnum og sproytaði á skøruvøkstur, og sá tað út til at hjálpa, sigur býráðið í tíðindaskrivi.

 

- Men nú gróður er komin, er skøran aftur at síggja nógvastaðni. Tað er fræið frá blómunum í fjør, sum nú ger um seg. Ætlanin er at sproyta aftur í ár, men vit hava havt eitt kalt og vátt vár, so vit eru ikki byrjað enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum, sigur býráðið. Býráðið sigur, at tað skal vera lýtt og turt, tá ið sproytað verður.

 

Aftur í ár bjóðar kommunan sær at sproyta skøruna á privatum øki, men tað krevst, at tey, sum eiga stykkið, geva sítt samtykki til tað Men tað er óneyðugt hjá teimum, sum góvu sítt samtykki í fjør, at geva sítt samtykki einaferð aftuat – men tey kunnu so altíð taka sítt samtykki aftur, sigur býráðið.

 

Men býráðið ger vart við, at tað, at týna skøruna, er ikki ein uppgáva, kommunan megnar einsamøll, og tí heitir býráðið á borgararnar um at hjálpa til.

 

- Besta hjálpin er at klippa sjálvt blomstrið, ikki bløðini! Plantan kastar fræ, so tað er at fáa sær ein plastikkposa og klippa blomstrið av, áðrenn hon kastar fræið. Blomstrið skal leggjast í posan, og so skal bindast um. Síðani skal posin brennast, sigur Býráðið.